UNGDÓMSLIÐINI GÓÐ ÚRSLIT

Gongur tað væl hjá ungdómsliðunum, plagar framtíðin at vera bjørt. Og í løtuni sær ikki so galið út hjá teimum yngru liðunum. Tey flestu liðini spældu fleiri venjingardystir í Havn seinasta leygardag, og liðini komu heilt væl frá hesi fyrstu royndini áðrenn landskappingin av álvara byrjar.

GENTUR 14 VUNNU FØROYAMEISTARNAR

G 14 leiktu sín fyrsta dyst á útivølli í ár og løgdu tær hart út, tí mótstøðuliðið var Kyndil, sum seinastu árini hevur verið føroyameistarar. Í fyrra hálvleiki spældu okkara gentir sera vakran, og væl skipaðan hondbólt við nógvum systemum og eini grótharðari verju. Alt riggaði og var tað ein fragd at síggja. Hálvleikstøðan var 10-4. Seinni hálvleikur gekk ikki eins væl, sum tann fyrri, men trygga var leiðslan ongantíð í vanda. VÍF vann dystin og endaliga støðan gjørdist 12-14.

12086879_542348019247294_108891004_n - Kopi

G14 Aftast frá vinstru: Áki Egilsnes, venjari, Lív Müller, Silja Follend Mikkelsen, Jórun Aradóttir, Maria Friis, Helena Hansen, Elsa Fríðgerðsdóttir Egilsnes.

Niðast frá vinstru: Tinna Johnsdóttir, Svanna Kjærbæk, Rebekka Joensen, Marianna Petersen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Sonja Skylv Petersen. Ró Tova Nielsen vantar á myndini.

GENTUR 12 A VUNNU ALLAR DYSTIRNAR

Gentur 12 eru í ár á tveimum liðum, býttar upp í A og B. Bæði liðini spældu samstundis í Havn, so Erla og Ingi vóru í Gundadalshøllini, meðan Brynhild og Sóleyð streingjaðu liðinum í Høllini á Hálsi. A-liðið spældi tríggjar dystir móti ávíkavist StÍF, Neistanum og H71. Fyrsti dysturin varð ein ordiligur avsmurningur. VÍF vann eini 17-1. Fyri at vinna so greitt krevst sjálvandi, at allar leika væl og tað gjørdu tær eisini. Málini regnaðu inn úr øllum ættum. Skjótálopini vóru eisini sera góð. Genturnar skiftust at vera frammi í offensivari verju og at verja heilt afturi. Eisini hetta gekk sera væl.

Móti Neistanum gekk eisini sum eftir ánni og sigurin varð rættiliga greiður, hóast málmunurin ikki gjørdist so stórur, sum móti StÍF. So var H71 á skránni. Liðið, sum vit alt seinasta ár runnu aftaná. Tær blivu FM vinnarar – greitt enntá. Men eisini henda dystin vunnu okkara gentur sera greitt. Hetta var venjingarkapping, so úrslitini telja ongastaðni. Hinvegin so er at vegnast um, at tað gongur væl og at stór framgongd er at hóma hjá gentunum. –

“Vit síggja fram til at kappingin byrjar. Genturnar tíma sera væl at venja og hvørja ferð møguleikin er, so eru tær á vøllinum,” siga Ingi og Erla.

 GENTUR 12 B VUNNU TVEIR DYSTIR

G12 B spældu somuleiðis tríggjar dystir leygardagin. Tær vunnu H71 og Kyndil, men taptu móti Neistanum. Venjarin sigur, at tær eru bæði nærlagdar, fittar, raskar og ágrýtnar.

DREINGIR 16 TEPURT TAP

D 16 taptu 26-27 fyri H71. Hetta var ein væl spældur dystur av VÍF-dreingjunum, serliga tá hugsað verður um, at hetta var fyrsti dystur, síðani venjingin byrjaði.

U10 og G17 hava ikki spælt enn.

 

Venjarar eru:

D10 og D12 Daniel Rapa

G12 Ingi, Erla og Brynhild

D14 Danny Brant og Nuunu Lars Olsen

G14 Áki Egilsnes

D16 Áki Olsen

G17 Dejan Lacok