Tilmeldingardagur verður 08.septembur 2012


VÍF fer aftur í ár at krevja inn limagjaldið fyri kommandi kappingarár sum vit gjørdu í fjør. Henda skipan riggaði gott og fekk felagið skjótt avgreitt limagjaldið.

Leygardagin 08. saptembur er høvðustilmeldingar dagurin. Íðkandi limir skullu og hvílandi limir kunnu koma henda dagin í Ítróttarhøllina millum klokkan 13-15, at gjalda limagjaldið fyri kappingarárið 2012/2013.

Tey, sum ikki hava møguleika at koma leygardagin 08. septembur, av ymiskum orsøkum, fáa so møguleikan at koma mánakvøldið 10. septembur millum klokkan 19-21 í miðhøllina.

Tilmeldingin leygardagin 08 septembur fer fram í Ítróttarhøllini.

Gjaldast kann einans við kontantum peningi.

Tey sum hava PBS gjaldskipan, verða biðin um at koma niðan við avritið av hesi avtalu, soleiðis at vit kunnu notera hesar persónar í okkara limagjaldsskipan. VÍF sær í dag ikki hvør hevur PBS gjaldskipan.

Allir limir sum koma og gjalda limagjald skullu innleverað ein seðil, har teirra fulla navn, bústaður, føðiár, telefon nr, og e-mail add er skriva niður á. Hetta er tí, at ÍSF hevur gjørt eina nýggja skrásetingarskipan, har allir limir skulu verða skrásettir. Somuleiðis kemur VÍF at gera brúk av hesi skipan við eitt nú SMS boð til ymisku deildirnar um broytingar sum nú kunnu fara fram í kappingarárinum og ymiskt annað.

Tilmeldingardagurin verður skipaður soleiðis:

13:00-13:30: íðkandi barnalimir frá árgangi 2006 til árgang 2002

13:30-14:00: íðkandi barnalimir frá árgangi 2001 til árgang 1998

14:00-15:00 vaksnir íðkandi limir og hvílandi limir

Limagjaldið fyri komandi kappingarár verður fylgjandi:

Børn 350 kr. (árgangur 2006 til árgang 1998)

Vaksin 650 kr. (árgangur 1997 og eldri)

Hvílandi limir 250 kr

Teir limirnir, sum ikki gjalda limagjaldið 08. ella 10. septembur, fáa ikki møguleikan at nýta venjingartíðinar, sum VÍF hevur fingið tillutað í Ítróttarhøllini.

Av tí at felagið er tungt at reka fíggjarliga og limagjaldið er ein av høvðusinntøku felagsins, so er neyðugt við hesum nýggja innkrevjingarhátti. Ein afturvendandi trupulleiki hjá felagnum er innkrevjingin av limagjaldinum, so nú royna vit um ikki tað eisini riggar á øðrum árið á ræð. Vit vóna at limir felagsins taka væl ímóti hesum tiltaki.

Hava tit viðmerkingar, so kunnu tit venda tykkum til Jan Haldansen tlf 522248 ella via e-mail: haldansen@olivant.fo

VÍF