Nú eru vit komin til “klumpin” við útsettum og forskotnum dystum móti Kyndil – og einum regluligum. Dystirnir skulu allir spælast innan fyri eina góða viku. Tann fyrsti í Vestmanna hóskvøldið 22. mars kl. 20.00. Tann næsti í Havn týskvøldið 27. mars kl. 20.00 og tann triði í Havn leygardagin 31. mars kl. 18.00.
Tað hevur ikki gingið eftir vild móti Kyndil í ár. Kyndil er einasta liðið, sum VÍF ikki hevur vunnið og tí hevur VÍF nú møguleikan at vísa, hvar skápið skal standa. Kyndil vann tann fyrsta dystin í Vestmanna við trimum málum. Steypadystirnar vann Kyndil eisini, hóast VÍF lá á odda og hevði rættiliga gott tak á havnarmonnum allan fyrra hálvleik og nakað út í seinna hálvleik.
Hvørki Kyndil ella VÍF hava møguleika at koma í FM-finaluna í ár. Men VÍF eigur at stríðast fyri at fáa eitt triðjapláss, eingin ivi um tað, og vit rokna eisini við, at okkara menn fara at leggja nógv fyri at basa teimum grønu.
Vit ynskja monnunum góðar dystir og góða hvíld millum dystirnar. Somuleiðis heita vit á viðhaldsfólk sum at fjølgast í høllini í Vestmanna hóskvøldið og í Havn til hinar dystirnar.