KVINNURNAR TIL KLAKSVÍKAR

VÍF-kvinnurnar skulu í dag til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. Dysturin verður klokkan 18.00. Stjørnan hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina og byggir upp eitt avbjóðandi lið til komandi kappingarár. VÍF-kvinnurnar eiga tí at vera fyrireikaðar upp á mótstøðu í høllini í Klaksvík.

VÍF-liðið gjørdi sína skyldu tá tað fyri 10 døgum síðani vann 36-30 móti H71. 36 mál er nógv, men 30 mál er eisini nógv at lata inn í hinum endanum. Úrslitið vísir, at H71 er komið nógv longur, enn nakar droymdi um, tá landskappingin byrjaði. Virðingin fyri liðinum fer ivaleyst at vera stór frá byrjan komandi kappingarár.

10 stig eru eftir at spæla um, og hjá VÍF ræður í fyrsta lagi um at vinna so nógvar sum møguligt av dystunum, sum eftir eru, soleiðis at finaluplássið verður tryggjað. Í øðrum lagið er umráðandi at vinna á toppliðunum fyri at halda moralin og formin.

Landsdystir koma innímillum, men vit gleða okkum til sluttspurtin hjá VÍF-kvinnunum.

Góðan dyst í Klaksvík !