VÍF ÚTIDYST Í KOLLAFIRÐI

Mansliðið hjá VÍF spælir í dag móti KÍF í høllini í Kollafirði. Dysturin er klokkan 18.00. Tað hevur gingið upp og niður móti KÍF í ár, og eftir tapið hjá VÍF móti H71 fyri 10 døgum síðani, ræður um at reisa seg.

Partur av dystinum móti H71 var góður. Eingin dugdi í steðginum at siga, hvønn veg tað fór at bera. H71 førdi við einum máli eftir fyrra hálvleik, men stutt eftir at spælið var sett í gongd aftur, gjørdist mótbrekkan ov tung.

Tað, sum ikki var góðkent í fyrra hálvleiki, vóru tey mongu skotini, sum antin fóru á stongina ella á málmannin. Hesa løtuna vóru tað vánaligu stillaðu skotini hjá vestmenningum heldur enn gott málsmansspæl hjá H71, ið gjørdi tað tungt. Hinvegin var verjan hjá VÍF góð í fyrra hálvleiki og hetta gjørdi, at ójavnvág ikki kom á máltalvuna.

Verri gekk við spælinum í seinna hálvleiki. Álopsspælið varð darvað av frustrasjón og góða verjuspælinum hjá H71, har Ári Dam sanniliga vísti sínar dygdir. At VÍF leikararnir eisini lótu seg øsa upp av onkrum dómaraavgerðum, gjørdi bara støðuna upp aftur verri. Teir ungur royndust væl tað einu løtuna, men ov nógvir tekniskir feilir í seinna hálvleiki gav H71 møguleikarnar at leggja seg so mikið fram um VÍF, at har gjørdist einki ta seinastu løtuna.

VÍF-liðið fer vónandi at stríðast tað sum eftir er av kappingarárinum. Møguleiki verður at spæla teir ungu spælararnar meira og meira inn á liðið, sum kann gagna spælinum í komandi døgum.

Góðan dyst í Kollafirði!