Tvey gear upp í Hoyvík sunnudagin

– Vit ætla okkum at vinna dystin Hoyvík sunnudagin, og eg rokni við, at vit seta ferðina eini tvey gear upp móti H71 2. Tað sigur Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, nú næsti dysturin í Coca Cola steypakappingini er á skránni sunnudagin.

VÍF hevur ein sigur við sær í skjáttuni, meðan H71 2 tapti sín fyrsta steypadyst, sum var seinasta vikuskiftið móti KÍF.  Vinnur VÍF dystin hevur liðið næstan tryggjað sær annað hálvfinaluplássið. Triði dysturin í innleiðandi bólkaspælinum er móti KÍF. Tann dysturin verður í Vestmanna komandi mikukvøld klokkan 20.00.

VÍF-Neistin 22

VÍF vann dystin móti Neistanum mikukvøldið 24-20. Men tað stóð á gomlum nøglum bæði í fyrra og í seinna hálvleiki. Fyrri hálvleikur endaði 11-11 og Neistin fekk góða byrjan í seinna hálvleiki og legði seg fram um 15-13 tá 6 minuttir vóru leiktir. Dysturin var javnur til 10 minuttir vóru eftir. Men tvær ferðir Filip Jojic og tvær ferðir Andrias Eriksen og eitt punktum frá Julian Olsen teir seinastu minuttirnar avgjørdi dystin.

Ingi Olsen viðgongur, at sigurin avgjørt var í vanda. – Báðir málmenninir vóru góðir, men Mikkjal Hansen í Neistamálinum leikti sín lívs dyst. Vit spældu annars væl at byrja við, men ov fá mál fóru inn  og fjáltur kom á menn. Eg haldi, at vit vóru ikki rættiliga komnir upp í gear eftir jólini, og tí skulu vit helst eini tvey gear upp komandi dystirnar, sigur Ingi Olsen.

Hallur Danielsen hevur á JN.fo spátt um úrslitið av steypakappingini. Hann væntar, at VÍF, KÍF, Kyndil og H71 koma í hálvfinaluna. VÍF møtir H71 og Kyndil møtir KÍF. Finalan verður ein góður gamal klassikari millum VÍF og Kyndil, sum VÍF vinnur.