Í kvøld leiktu VÍF og H71 dyst um FM heitið fyri U18 dreingir. VÍF vann dystin 32-25, eftir at hálvleik støðan var 14-11. Tað vóru áleið 180 áskoðarir til dystin og sigast má at hetta setti sín dám á.
Toppskjútti fyri VÍF var Julian Olsen við 10 málum og honum á bakið kom Búgvi Johannesen við 9 málum.
VÍF ynskir U18 dreingum og venjaranum Sámal Jákup Djurhuus hjartaliga tillukku við GULLINUM