VÍF skipar fyri hugnaløtu í Ítróttarhøllini leygarkvøldið kl 1800

Leygarkvøldið kl 1800 verður hugnaløta fyri øllum VÍF leikaraum, líka frá minihondbóltið til 2.deild. Vit vilja eisini bjóða tykkum foreldrum, syskjum, ommum & abbum niðan í høllina til eina hugnaløtu nú hondbóltsárið endar fyri ungdómin. VÍF vil bjóða tykkum smyrjubreyð við onkrum drekkandi afturvið og somuleiðis kaffi/te við køku omaná.

Hetta kappingarárið hevur verði hendingarríkt og avbjóðandi. Tað vildi prýtt nógv um, um tit sum hava vunnið heiðursmerkir í hesum kappingarárinum, høvdu mealjuna hangandi um hálsin til hugnaløtuna.

Vit vóna at síggja tykkum øll mannsterk leygarkvøldið kl 1800 í høllini.

VÍFimagesCAVCQLA1