Menn: VÍF – H71 27-24
Nú Føstan er hálvrunnin, verður seinasta hond løgd á hondbóltkappingina hjá monnum. Seinastu umførini verða komandi 2 vikuskiftini, og soleiðis leiktu okkara menn sín seinasta heimadyst í landskappingini í kvøld. Gestandi liðið kom frá H71 úr norðaru Havnini – kalla Hoyvík.
Fyri okkara menn var talan um at gera tað sum gerast kundi, fyri at fáa hendur á 1. plássinum, og harvið 2 heimadystir í eini komandi finalu, um so er at tað stendur á jøvnum eftir 2 teir fyrstu dystirnar. Fyri hoyvíkingar var talan um at fara eftir møguleikanum fyri bronsu heiðursmerkjum.
Heimaliði var munandi skert til dystin í kvøld. Grundað á at U18 dreingirnir hjá somu feløgum skulu leika avgerandi dyst í Vedstmanna í kvøld (hóskvøldið) kl. 20, hevði Gerster valt at lata Julian, Áka E. Hanus og Tóka sita uttan fyri allan dystin. Harumframt hevði Sámal fingið hald í ryggin fyrr á degnum í smb. við heimligar pligtir. Eri ikki greiður yvir, um hoyvíkingar eisini spardu sínar yngru leikarar, og vóni eg at teir fyrigeva mær hettar manglandi research arbeiði.
Liðini fylgdust í byrjanini av dystinum. Eftir 16 min var støðan 7-7, við vestmenningum undan og hoyvíkingum aftaná. Tá 22 min. voru leiktir, høvdu hoyvíkingar toga seg uppá 9-11 leiðslu. Men heimaliði dróg innaftur og fór til hálvleiks við eini 13-11 leiðslu. Sostatt fingu hoyvíkingarnir onki mál seinastu 8 minuttirnar.
Fari var til hálvleiks har liðini stóðu á jøvnum við 3. útvísingu í part. Hoyvíkingar spældu sítt skjóta og ágangandi spæl, meðan vestmenningarnir fyri tað mesta vístu tolið spæl. Vert er eisini at leggja til merkis, at Bogdan bert hevði skotið 2 mál, harav 1 brotskast.
Tað tóktist sum heimaliði kom betri frá byrjan av seinna hálvleiki, og eftir 9 min. høvdu teir lagt seg á odda 20-15. Tað tóktist sum hoyvíkingarnir ikki heilt fingu fatur á heimaliðnum hesa løtuna. Støðan broyttist tó ikki stórvegis næstu 9 minuttirnar, har VÍF helt fast um eina 4-máls føring 22-18 tá 18 min. vóru leiktir
Men næstu 3 minuttirnar kom veruligur futtur í alt livandi í høllini. Tað tóktist sum stívkrampi kom í longutong og fremstafingur við tí úrsliti, at VÍF hesa løtuna fekk ikki minni enn 5 útvísingar (í 3 min….) og spældu við heilt niður í 3. leikarum í løtum í einum 5-6 minuttirs tíðarskeiði. Eitt annað merkisvert hesa løtu var, at gólvturkarnir eisini blivu skiftir, og man tað vera rárasta hending – ikki tí – teir gjørdu eitt vælaarbeiði, og útmerkaðu seg á ongan hátt til tílíka viðfer. Sig so tað at hondbóltur ikki er ein áhugaverd ítróttargrein at eygleiða. Vónandi síggja vit skjótt aftur hesar báar entusiastarnar við gólvmoppuni.
Hesar minuttir gagnnýttu hoyvíkingartil at leggja seg ájavnt 22-22. Men tá stívkrampin hevði lagt seg, og heimaliðið aftur varð fullmanna, fingu vestmenningrnir aftur snútan undan, og hálaðu síðstu 4 minuttirnar ein 27-24 sigur í hús.
At so KÍF tapti á heimavølli móti StÍF ber so við sær, at VÍF nú aftur er á odda við 2 stigum, men tó við einum dysti fleiri leiktum. Ein fyritreyt fyri at VÍF kann fasthalda 1. plássið er tó, at teir fullføra sín setning og vinna í Klaksvík 9/4, meðan KÍF skal missa stig í Kollafirði móti Neistanum (9/4) ella H71 (12/4). Livst, so spyrst.
Men nú er hjá Vestmenningum at veita ein dyggan stuðul til Dreingir 18 í altavgerandi dysti ímóti H71 í Vestmanna kl. 20 í kvøld (hóskvøldið). Liðini liggja jøvn við 24 stigum í part, so vit kunnu róliga siga, at “the winner takes it all, the loser has to fall” í kvøld.
Málskjúttar:
VÍF Jóan Pauli 4, Agnar 4, Andrias 1, Zarko 5, Mads 3, Filip 2, Sjúrður 5, Bjarni 2,
Sámal Jákup 1.
H71: Høgni 2, Rúni 4, Birgir 1, Jónas 5, Bogdan 2, Sigmundur D. 2, Sigmundur N 2, Tróndur 4, Hans Kári 2.