AA: Neistin – VÍF 31-33

Kvinnurnar høvdu lagt støði. Harumframt skuldu mennirnir vaska tama avrikið móti StÍF í Vestmanna seinasta sunnudag av sær. Gekst alt eftir vild ídag, kundu okkara – sum fyrsta liðið – tryggja sær finaluplássið. Hettar kravdi 2 ting, ávíkavist sigur á Neistanum, umframt at Kyndil – av øllum liðum – skuldi rætta eina hond inni á Skála.
VÍF legði út við lokalari uppstilling, har teir ungu sluppu at royna seg saman við Sámali og Eli frá elstaráðnum.
Liðini fylgdust upp á 2-2, áðrenn VÍF legði seg á odda. Og tað skuldi vísa seg, at hendan oddastøða helt sær allan dystin á tamb. Tá korterið var farið, vóru okkara á odda 4-9, og 9 min. seinni høvdu teir økt leiðsluna til 8-15. Her var fult tamarhald á støðuni, og tað var torført at ímynda sær eitt come-back frá Neistanum. Fari var sostatt til hálvleiks við eini 13-19 leiðslu.
Seinni hálvleikur gjørdist tó fyri ein part eitt mentalt “copy-paste” av tí sum heldur oftani ger seg galdandi hjá okkara mansliði. Tað tykist verða ein tendensur til, at “hettar er í hús”. Unga Neistaliðið stríddist tað teir kundu, við 1½ kvívíkingi (Andrass og Teitur) á odda. Hesir báðir løgdu trýst á serstakliga miðverjuna, og fingu mál oman á mál, sum tóktust koma “out of nowhere”. Og meðan gestirnir høvdu vunnið fyrra hálvleik 13-19, vunnu vertirnir seinna hálvleik 18-14, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 31-33 til VÍF.
Sæð yvir 60 minuttir, eiga vit á ongan hátt at vera nøgd við dagsins dyst. Verjuparturin tóktist alt ov la-la, meðan álopsparturin við 33 málum gjørdi sítt, eisini havandi í huga at málverjin hjá Neistanum hevði ein av sínum betri døgum í seinna hálvleiki.
MEN – ikki meira grenj her. Við einum stórleikandi vestmenningi – Høgni Klein Olsen – á Kyndlaliðnum, misti StÍF á stokkinum inni á Skála, meðan okkara greiddu setningin í Havn.
Vit sóu í fyrra hálvleiki ein væl upplagdan Sámal Jákup, sum umframt at at skjóta mál sjálvur, eisini hevði nakrar framúr avleveringar inn á strikuna. Serliga eina avleveringin til Sjúrður (sum hegnisliga gagnnýtti møguleikan tíðliga í dystinum gjørdist dagsins detalja. Julian hevði eisini ein góðan dag, og tykist hava eyga fyri at finna rættar loysnir.
Okkara leikarar hava tryggjað sær (og okkum) finalupláss, og tað fegnast vit alsamt um. Tað er nakað í sól og mána, sum tíðir á, at vit fáa eina reina Norðstreymoyar finalu, so betur fær tað ikki verið. Tað skal vilja illa til, um KÍF ikki fær eitt stig burtur úr teirra trimum dystum sum eftir eru.
Mikukvøldið verður dystur í Vestmanna móti H71. Dystirnir sum eftir eru, skulu brúkast til at royna møguleikan eftir 1. plássinum, skuldi tað hent, at KÍF snávar. Harumframt kunnu (og skulu) dystirnir brúkast til at finna røttu álops- og verjuformatiónirnar til sjálvar finalurnar.
Málskjúttar í dystinum ídag:
Neistin: Teitur 10, Andrass 7, Rói 4, John 4, Herbjørn 2, Torstein 2, Sjúrður 1 og Jugoslav 1.
VÍF: Julian 5, Sámal 5, Mads 5, Zarko 4, Sámal Jákup 3, Sjúrður 3, Joen Pauli 2, Filip 2, Agnar 2, Áki Egilsnes 1, Andria Eriksen 1.