Tað er at fegnast yvir, at kommunulækni (enn) er at finna í Vestmanna. Dagsins dystir í Høllini á Hálsi høvdu við sær, at vit, innan fyri næstu 4 vikurnar, fáa í minsta lagi 2 finaludystir. Og tá hondbóltur jú er ein “kontakt” ítrótt, er gott at hava lækna nærhendis, tá finaludystir verða leiktir, tí tá verður onki givið við dyrnar. Og hetta burdi mentamálaráðharrin úr Klaksvík – Bjørn Kallsoy – sum varar av ítróttini, latið hin klaksvíkingin – Karstin Hansen – vita.
_ _ _ _
Okkara kvinnur skuldu í dag fylgja tropp uppá sigurin yvir StÍF seinasta sunnudag í Vestmanna. Ein sigur í dag vildi staðfesta finaluluttøku, og tí var spennandi at síggja, um hendan støða vildi leggja trýst á leikarnar. Støðan var jú tann, at hesin dystur var ein “vinn ella forsvinn” dystur fyri Neistan.
Okkara løgdu bragdliga fyri, og høvdu lagt seg á odda 0-4, áðrenn tað gekk upp fyri Neistakvinnunum, at dysturin var byrjaður. Neistin royndi at svara aftur, m.a. við dubult mansverju, men okkara hildu fast, soleiðis at tær fyrstu løtuna av dystinum høvdu eina 3-4 máls leiðslu.
Men Neistin vildi ikki gevast so, og við einum stórspælandi vestmenningi – Jacklin Durhuus – á odda, dróg Neistin seg alsamt inn á VÍF, og legði seg eitt skifti í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, á odda. Men okkara góvust tó ikki á hondum, og fóru til hálvleiks við eini 12-15 máls leiðslu.
Frá byrjan av seinna hálvleiki legði VÍF mansverju á Jacklin, og hettar tóktist fullkomiliga at punktera álopsspælið hjá Neistanum. Okkara drógu frá aftur, og koyrdu mest sum uppá “cruise-control”. Tá uml. 20 min. vóru leiktir, tók VÍF time-out. Hetta var í eini periodu í dystinum, har Neistin hevði stórar trupuleikar, meðan okkara høvdu fult kontrol.
Tað tóktist sum at hettar TO í størri mun gagnaði Neistanum enn okkara, og nakað av spenningi kom aftur í dystin. Men spenningurin gjørdist tó ongantíð størri enn, at okkara at enda vunnu dystin 21-26.
Við hesum sigri hava okkara tryggja sær finalupláss, har tær aftur standa yvir fyri Kyndil.
Tað verður við stórum spenningi at vit síggja fram til hesar finaludystir. Liðið hevur gjøgnumgangandi víst stabilitet. Vit sóu aftur ídag, at liðið hevur hóttanir á øllum plássum, og gevur tað mótstøðuverjunum nokk at síggja til.
Vit hava gjøgnum kappingarárið sæð, at Kyndil í stóran mun megnar at vinna sínar dystir, har álitið er verjuspælið. Tað er at vóna, at hendan kotan kann knekkast í komandi finalum, soleiðis at vit aftur kunnu fáa eitt meistaraheiti til hóldar.
Vit gleða okkum sum børn.
PS. Dómaraseðilin frá dystinum er ikki tøkur, og fáa vit tí ikki sett málskjúttarnar frá dystinum inn sum part av hesi grein.