U6 & U8 venja aftur 19 septembur

Nú felagið hevur fingið gongd á venjingarnar hjá teimum ungu, so fara vit at leggja í vaði við U6 & U8 tann 19 septembur. Vit fara at gera sum undanfarna árið, har U6 gentir og dreingir eru fyri seg á einum triðjingi av vøllinum og U8 dreingir og U8 gentir hvør sín triðjing av vøllinum.

Venjingin av U6 & U8 er eina mest fyri, at børnini skulu fáa eitt positivt upplivilsi við einum bóltið, føla seg trygg og hugna sær við spælið. Tað eru tit foreldur sum skapa hetta saman við børnunum, tí er tað ógvuliga umráðandi at eitt av foreldrunum er við, um hetta letur seg gera. Børnini vilja altíð vísa hvussu væl tey duga og tá er eitt foreldraumboð umráðandi fyri tey.

Undir venjingini er umráðandi, at fleiri hjálpast æt, tí vilja vit heita á tykkum, at taka innanduraskógvarnar við og hjálpa til, so børnini fáa eina positiva uppliving saman við tykkum.

Felagið fegnast um tað undirtøku henda venjingin hevur. Vit duga at síggja, at børnini er nógv betur fyri tá tey koma upp í U10, har tann miðvísa venjingin byrjar av álvara.

Tað er ógvuliga umráðandi, at hvørt barn hevur sín bólt við og at hetta er ein bóltur til minihondbólt. Ov stórir bóltar rigga ikki til barni, tí teir eru ov tungir og klossutir fyri smáar barna hendur. Tað kunnu eisini gott nýtast skúmgummi bóltar sum fáast hjá Thomas Dam Ítrótti, hesir eru ofta bestir til tey sum skullu byrja at lofta einum bóltið, tí ein leður bóltur fáa tey meiri ilt av og av tí sama kunnu tey blíva bangin fyri at læra at lofta.

Ná nú bleiv nógv skriva, men betur ov nóg enn ov lítið.

Um man vil hava tað enn meiri hugnaligt, so ber eisini til at taka eina kaffikannu við, koppar eru nok av.

VÍF