Úrslit av langteinsróðri á Vestmanna 2012

Tað gjørdist drúgvari enn ætlað at fáa úrslitið av róðrinum á heimasíðuna.

Orsøkin er, at bland var komið í útrokningina av tíðunum.
Gjøllar fyrireikingar vóru gjørdar til at taka ímóti tíðini frá tólum hjá RSF. Tað vísti seg, tá ið róðurin skuldi byrjað, at tólini vístu ongar tíðir.
Tann loysnin, sum síðan varð funnin í skundi, vísti seg at hava nakrar roknifeilir. Hetta umbera vit høvuðsdómarar fyri.

Her síggjast endurskoðaðu úrslitini.

Tíðir fyri langteinakappróður 2012
Úrslit fyri langteinakappróður 2012

Tað góða í hesum rumblinum er, at RSF er vorðið kunnugt um trupulleikan áðrenn Norðoyastevnu.

blíðar heilsur
Høvuðsdómararnir