Aftur í ár skipar VÍF fyri einum hondbóltdegi ímillum ungu liðini hjá felagnum. Hetta verður ein kapping, har U10, U12 & U14 gentir & dreingir verða blandaði saman og har leikarar frá Atlantic & Elektron deildini vegleiða frá síðulinjuni. Lagt verður fyri kl 1300 og leikt verður til kl 1800.
Hetta verður ein dagur, har vit vænta at foreldur koma oman í høllina, at hugna sær saman við barninum/børninum. Kaffi/Te og køka verður at fáa.
Samstundis sum henda kapping verður, so verður foreldrafundur hjá nøkrum ungdómsliðum.
U10 gentir hava foreldrafund kl 1300
U10 dreingir hava foreldrafund 1400
U14 dreingir hava foreldrafund kl 1500
U12 gentir hava foreldrafund kl 1600
U14 gentir hava foreldrafund kl 1700
Felagið vónar at foreldur/ommir/abba/syskin taka sær tíð til hetta høvi og koma oman í høllina at hugna sær saman við sínum børnum.
VÍF