VÌF – H71: 33 – 25

Við einum nýkosnum Norðurlanda meistara í inniróðri, settust fólk í Høllini ídag, fyrst at stuðla kvinnunum, og síðan monnunum.  Hjartaliga tillukku Tórstein, flott avrik, og vælkomin umborð á Junkaran, um hugurin er til tess.. J

Varskó – vit eru á vandakós”. Hendan yvirskrift leyp fólki í eyguni í einum av bløðunum um dagarnar. Spurningurin er so, hvør skuldi taka hesa yvirskrift til sín. Vandakós er ein sterk útsøgn, ella er tað bara slitna kliche’in um at ”úlvurin kemur”… . Tað velst um avsendara, eyga sum sær, oyra sum hoyrir, um politiskur litur liggur aftanfyri o.s.fr.. Her heima er tað vorið eitt tjóðareyðkenni, at vit døma innihald eftir hvør tað er sum sigur, í staðin fyri at geva tí gætur, sum verður sagt, við ella uttan kjóla.. .

Spurningurin til dystin ídag varð so, hvørt av liðunum var á vandakós eftir loknan dyst. Vestmenningar høvdu selt fýrverk millum jólana. Varð nú alt selt, ella høvdu teir lagt sær okkurt battaríði til síðis?

Dysturin var settur í gongd, og liðini fylgdust fyrstu 6 min. uppá 2-2, áðrenn hoyvíkingr næstu 4 minuttirnar løgdu seg uppá 2-6. Næstu 4 minuttirnar vóru tað so vertirnir sum áttu tørn til 4 mál, til støðuna 6-6 eftir 13 minuttum. Av hesum 6 málunum hevði Holgar Durhuus skorað tey 2 og tað skuldi vísa seg at vit skuldu síggja meira til hendan kvika leikaran sum dystur leið, vælkomin Holgar.

Liðini fylgdust næstu 13 minuttirnar við hoyvíkingum undan, og vestmenningum aftaná, ongantíð meira enn 1 máls munur. Men síðstu 4 minuttirnar kom eldur í partar av restgoymslu-fírverkaríðnum hjá VIF, og við 4 málum á rað løgdu teir seg fram um 17-13 tá fari var til hálvleiks. Meini at VÍF hevur fult stigatal tað sum fari er av kappingini, um stigtalvan varð gjørd eftir hálvleiks støðuni.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, og løgdu okkara menn seg á odda 19-13, áðrenn hoyvíkingar fingu sítt fyrsta mál eftir steðgin. Liðini fylgdust næstu 20 minuttirnar, har okkara hildu fast í eina 5-6 máls leiðslu. Okkar leikarar høvdu tamarhald á støðuni, spældu toli  álopsspæl, eyðnaðust í atsóknunum, og stríddust manniliga bæði í verju og álopi. Mál komu bæði við skjótálopum, gjøgnumspæld mitt fyri og úti í síðunum. Í hesum tíðarskeiði fingu hoyvíkingar 2 brotskøst, har tað eyðnaðist Bogdan at fáa Eli niður at sita, áðrenn hann legði bóltin í netmaskarnar aftan fyri hendan sitandi stríðsmannin – jú sjálvt teir bestu koma í støður sum geva smílibandinum uppgávu J.

Tá uml. 8 minuttir resta í, toga hoyvíkingr seg upp á 25-21, vinna næsta álop, samstundis sum VÍF fær eina útvísing. Men so hendir nakað – í nýggjari tíð – næstan søguligt.   Vit áskoðarar loysa frá posabandinum, og við heppandi rópum og rungandi lógvabrestum fær liði ein larmandi uppbakning, samstundis sum Agnar er úti við ”sloyngitráðuni”, fiskar ein bólt, sum eftirfylgjandi liggur í H71-málinum. Løtu seinni – framhaldandi í undirtal – má Jens á Skipagøtu aftur í meskarnar; og nú stendur 27-21, og bert 6 minuttir eru eftir.

Næstu minuttirnar lukkar VÍF dystin til endaliga úrslitið 33-25; og var tað ikki fyri einar 2-3 barnagarðslótur við skrúum og øðrum fjasi, kundu vit lættliga vunni við 10-11 málum.

Vit sóu ídag okkara menn leika miðvíst og skilagott, skoraðu uppá kjansirnar, vórðu konsentreraðir, og stríddus manniliga allan dystin. Áki G. og Regin kunnu so bara gera seg klárar at stríðast fyri at koma inn aftur í hópin tá tamarhald er fingið á skaðum.

 

Nú er so bara at gera klárt til dystin inni á Skála nú mikukvøldið, og í Høllini í Vestmanna komandi sunnudag í móti Kyndli. Spælið ídag boðar frá góðum; men hart arbeiði liggur fyri framman, og verður nakað tikið fyri givið, gongst sum oftast ikki eftir vild.

Kvinnur í Hoyvík og Vestmanna kunnu so, meðan bíða verður eftir næsta dysti, lesa donsku vikubløðini, og loypa tær síður um sum hava við kongahús og kjólar at gera…. J Skal man trúgva orðaskiftinum í samfelagnum, er ongin føroyingur sum lesur donsk vikubløð, og tí kann undra, hví hesi vikubløð standa á óteljandi handilshyllum í landinum. Orsøkirnar kunnu bert verða tvinnar: Antin hava okkara handilsvinnurekandi ikki skil fyri sínum innkeypi, ella verða bløðini keyp, og tveitt beinleiðis burtur. .. .