Sunset 8. januar VÍF-Stjørnan 20-23

Besta kvinnuliðið hjá VÍF gav Stjørnuni ein skarpan gang í landskappingardystinum í Vestmanna í dag. VÍF legði seg á odda frá byrjan, og ikki fyrr enn í 24 minutti javnaði Stjørnan til 10-10. Hálvleiksstøðan var 14-11 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki fingu liðini 9 mál í part, so endaliga úrslitið gjørdist 23-20 til Stjørnuna.

Hjá Stjørnuni vóru málverjin Guðrun í Lágabø og serliga Simona Petersen mest eyðsýndu leikararnar. VÍF leikararnar spældu væl saman bæði í verju og álopi, og avrikið hjá liðnum kann avgjørt góðtakast, hóast tær taptu við trimum málum.

Málskjúttar:

VÍF: Agnas Olsen 5, Elisa Leo 5, Liljan Djurhuus 5, Annika Poulsen 2, Jóhanna Gunnlaugsdóttir 2 og Halla Durhuus 1.

Stjørnan: Simona Petersen 8, Corina Demeterca 5, Lovisa Lassen 4, Una Olsen 3, Bára S. Klakkstein 2 og Judit Hansen 1.

Næsti dystur hjá VÍF er móti Kyndli í Vestmanna sunnudagin 15. januar.