Hoyrdi formannin í dómarafelagnum fyri kortum hava á orði manglandi dómarar til kappingina; Var samdur ið tí eg hoyrdi hvat tali av dómarapørum viðvíkur. Fáar dagar seinni – seinasta sunnudag -rullaði eg mær ein túr oman til Kollafirðar til dyst ímillum KÍF og H71 ; sá tað eg vónaði – at KÍF vann, umframt at stemningur og hugnin – sum altíð í høllini í Kollafirði – var í hæddini. Men harumframt kom eg á aðrar tankar hvat talið av dómarapørum viðvíkur. Kom at standa ímillum eina ørgrynnu av “sjálvútnevndum potentiellum” dómarum, ja nærmast yvirkvalifiseraðir – hugaligt og í allar mátar undirhaldandi og sjarmerandi…. . Men – alla respekt – vónaði tó at síggja sama dómarapar sum dømdi tann dystin, til dystin í Vestmanna ímillum VÍF og KÍF, og so var, takk fyri tað.
Seinast hesi bæði liðini møttust, gjørdu kollfiðringar eitt megnar come-back í dystinum, og innheintaðu eina greiða VÍF føring , og vunnu dystin. So vestmenningar høvdu ein “blett” sum skuldi skolast burtur. Og lítk varð til, at teir høvdu avtalu við hægri maktir – í øllum førum hava slúsurnar verið frá so at siga allan dag, so tað sum kann skolast burtur, burdi veri vekk nú.
Men regn ella ei, so var høllin at kalla stúgvandi full av væl uppiløgdum áskoðarum til dyst sum – uttan at skúgva annað til viks – má metast sum absolut nýggi klassikarin í føroyskum hondbólti hjá monnum. Tankin um at Kringvarpi kanska fór at siga frá dystinum, tóktist tó at verða tann reina fata-morgana. Teir eru jú upptiknir av at fylgja gongdini í fótbóltskappingini sum byrjar um 4-6 vikur!!
Uppá fyrispurningum eftir loknan dyst, fekk eg hesa viðmerking frá einum ovurfegnum – ja nærmast rørdum – ónavnginum gul-bláum áskoðara, eina viðmerking sum her er stytt til stavirnar -KKST – !
Men nú er nokk vrøvla; fyrstu 5 minuttirnir av sjálvum dystinum endaðu 2-2. Verjurnar stóðu stinnar í báðum endum. Tá korteri var farið, høvdu vestmenningar eina 5-3 leiðslu, og kollfiðringar skuldu heilt til 21 minut, áðrenn teir fingu 4. málið til støðuna 6-4!Verjan hjá VÍF stóð væl, og KÍF tóktust heldur stirvnir og- ella ráðaleysir. Vestmenningar fóru uppá 11-6, áðrenn KÍF fekk hála seg uppá 12-8, áðrenn farið var til hálvleiks, áleið sama støða sum seinast hesi bæði liðini møttust í Vestmanna!
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri endaði, liðini fylgdust á leið fyrstu 5 minuttirnar til støðuna 14-10 til VíF. Næstu 4 minuttirnar øktu Vestmenningar til 17-11, og tað tóktist sum KÍF ikki heilt fekk fatur á skjóta gula spælinum. Men 6 minuttir seinni høvdu teir hála seg uppá 19-16, so nú vóru bara 3 mál upp við 3 málum á rað, har Ási úr somu støðu sendi bóltin avstað í knæ hædd. Men hesum fingu Vestmenningarnir tó stegða, og løgdu teir seg eftir 20 min. á odda 22-17. Næstu 7 minuttirnar fingu liðini bert eitt mál í part, soleiðis at støðan eftir 27 min. var 23-18 til VÍF. Men næstu gott og væl 2 minuttirnar valdi Óla Kristian í KÍF málinum at stongja, og endaðu næstu 4 álopini tí við eini KÍF redusering 23-22. Í endasekundunum fekk VÍF brotskast sum teir tó brendu, og gav hettar KÍF møguleika fyri einum álopi afturat, men náddu teir ikki stórvegis áðrenn tíðin fór.
Stór frøði á Vestmenningum, meðan kollfiðringar tóku tapið “med stiv arm”. Hjá VÍF er hvør dystur ein finala, meðan kollfiðringar stillisliga og róliga kunnu fyrireika seg uppá sjálvar finalurnar. Avbjóðingin hjá KÍF er “ikki at gloyma” at spæla kappingina liðna. Tað er tá síðsta bríks í kappingini er av, at endaligi vinnarin verður krýndur.
Um dystin er at siga, at vestmenningar høvdu takið allan vegin. Viljin var sjónligur, verjan stóð væl, og burtursaæð frá tí einu løtuni við teimum 3 “knelarunum” frá Ási, umframt manglandi neyvleikanum í skotunum/góða málmansspælinum hjá Óla Kristian í sjálvum endanum, var talan um ein miðvísan innsats. Royndirnar hjá teimum eldru (Sámal, Áka, Agnar og Eli) gagna liðnum, meðan yngra ættarliði í størri og størri mun vísir frekleika bæði í verju og álopi.
Tað vórði íalt 19 leikarar í fingu mál ídag, 9 hjá VÍF (Sámal bestur við 6) og 10 hjá KÍF (Ási bestur við 4). Málmennirnir í báðum endum smæddust ikki burtur, tó at VÍF bert brúkti ein, meðan KÍF brúkti 3.
Men spurningurin er so, hvat o.f.n. “KKST” stendur fyri? Jú, í frøini yvir 2 vunnin stig, helt hesin ónavngivni persónur fyri, at Kollfiðringar Komu, Sóðu og Taptu. Jú gamaní, teir taptu ídag, men enn eru ikki allar súðir syftar, langt frá tí. So hvørt sum dagur fer, byrjar nýggjur dagur, har nýggj avbjóðing stendur fyri framman. Men sjálvandi hava vit loyvi til at fegnast yvir dagin ídag, regn ella ei.
Um dómaratalentini ímillum áskoðarnar frá seinasta sunnudegi í Kollafirði klára kondi-testina, og harvið vera at síggja í stuttum buksum við floytu og kortum, er so ein onnur søga… .
Lat ongan iva verða um, at dreymurin er ein FM-finala í føroyskum manshondbólti ímillum KÍF og VÍF í seinnu hálvu av apríl– 2 feløg sum lata egnar kreftir, sum hava vant saman síðan seinasta vár- manna teirra besta lið.