Leygardagin 25. februar 2012 luttók Torstein Paulason Brattaberg, vegna VÍF kappróður, í FM í inniróðri í Eysturskúlanum í Havn. Kappingin verður eisini kallað Formula-kappingin. Havnar Róðrarfelag skipaði fyri.
Torstein luttók í tveimum kappingum, 2000 m. Dreingir/menn 15-16 ár, og í Liðkappingini fyri menn, har hann róði saman við manningini á “Vestmenningi”.
Torstein var tann einasti luttakarin í sínum aldursbólki, so hann róði heatið saman við teim 17-18 ára gomlu. Torstein gjørdist nr. 1, við tíðini 6.38.5, hendan tíðin er nakað verri enn hon, hann róði til DM í januar. Men til stuttleika kann nevnast, at Torstein var 13 sek. framman fyri vinnarin av aldursbólkinum 17-18 ár.
“Vestmenningur” gjørdist nr. 7 í Liðkappingini fyri menn.