Leygardagin 28.01.2012 luttók Torstein Paulason Brattaberg í DM/Fit For Rowing í inniróðri í Gladsaxe.
Torstein varð nr. 1 í kappingini 2000 m, dreingir 1996 við tíðini 6.34 min, nr. 2 hevði tíðina 6.42.2, og hann gjørdist eisini nr. 1 í kappingini 200 m sprint dreingir 1996 við tíðini 33.12 sek, nr. 2 hevði tíðina 33.36 sek.
Um hugt verður at tíðunum í øðrum aldursbólkum í hesi kapping, so hevur Torstein eina sera góða tíð. Í mun til aldurbólkanir dreingir 1995 og dreingir 1994 hevði Torstein havt eitt 3. pláss við tíðini hann róði hendan dagin, og í bólkinum menn 19-22 ár tungvekt, hevði Torstein havt eitt 10. pláss. So vónandi heldur Torstein áfram at venja, og luttaka í kappingum í inniróðri.
FM í inniróðri verður leygardagin 28. februar, og tá luttekur Torstein eisini.