VÍF MÁ REISA SEG Í DAG

Menninir hjá VÍF mugu reisa seg móti Kyndli í dag. Tað snýr seg ikki um at koma í finaluna. Tað snýr seg um æruna, hondbóltsmoral og – mundi eg sagt – um ikki at halda viðhaldsfólkini fyri gjøldur.

Eftir at hava vunnið við Kyndil í Vestmanna við sjey málum, tapti VÍF fyrr í vikuni við 10 málum í Havn. Ein flyting upp á 17 mál. Á pappírinum ella á einum dómaraseðli ber ikki til at síggja, hvat ið gekk galið. Men vit, sum vóru tilstaðar, sóu, at VÍF-menninir kláraðu at hanga í fyrstu 10-15 minuttirnar. Eftir støðuna 6-6 var tað, sum blýggjlodd vórðu hongd um lørini á flestu leikarunum, og frá hesi løtu gekk tað bara ein veg. Verjan var ikki “komin við til Havnar” og skotini í álopinum vóru snøgt sagt blind. Tað gerst næstan pínligt at seta nøvn á nakað og nakran. Stutt eigur manningin tó at minnast til, hvussu tað kennist hjá einum málverja at standa púra einsamallur í verjuni.

Tá tað er sagt, spældi Kyndil ein góðan dyst. Verjan var góð og málverjin var eisini góður.

Eg havi EINA áheitan á menninar, sum fara suður til Havnar at leika móti Kyndil klokkan 18.00 í kvøld: Um tit so møða tykkum so nógv í dag, at seinastu dystirnir í ár ikki gerst nakar uppvísningur, so eiga tit kortini at leggja alla orku í at fáa endurreisn fyri 10-máls tapið. Um tað ber ella brestur fer tíðin at vísa, men vælsignaðir geri og spæli tað, tit eru mentir.

Mynd: Álvur Haraldsen