KVINNURNAR FYRIREIKA SEG TIL FINALUNA

Eftir góðan sigur á StÍF fyrr í vikuni, staðfestu VÍF-kvinnurnar fyrstaplássið í Hvonndeildini. VÍF kann tí velja, hvussu finaludystirnir verða lagdir. VÍF vann dystin á Skála 36-28. Liljan Djurhuus skeyt 12 mál, Agnar Olsen 8 og Durita C. Jojic 7.

Seinasti heimadystur hjá kvinnunum er í dag móti Neistanum, ein dystur, har kvinnurnar kunnu royna seg við onkrum nýggjum ella bara velja at prógva sína styrki og harvið bøta um sálarligu støðuna upp undir finaluumfarið. Seinastu dysturin í landskappingini verður í Vági.

Dysturin í dag móti Neistan verður klokkan 14.30. VÍF boðar frá, at toast er á skránni.