VÍF KANN OYÐILEGGJA FYRI NEISTAN

Seinasti heimadystur hjá VÍF-monnum er í dag. Dysturin er móti Neistan og byrjar klokkan 16.00. Menninir vunnu fyrst trivaligan sigur á Kyndli og mikukvøldið vunnu teir ein tepran 25-24 sigur á StÍF eftir at strandingar høvdu verið á odda allan dystin. Endin á dystinum var merktur av, at tað mesta eydnaðist hjá VÍF, meðan tað mesta miseydnaðist hjá StÍF. Soleiðis er hondbóltur, men tú fært einki fyri einki. Menninir stríddust og serliga Filip Jojic tók ábyrgd við at skjóta 15 mál.

Eftir tveir sigrar kunnu VÍF-menninir velja at taka seinastu dystirnar sum eina avbjóðing at fáa ein góðan endaspurt umframt at tryggja sær bronsuna. Vinna teir í dag og móti TEAM Klaksvík í seinasta dystinum, so verður tað fyrstu ferð í ár, at teir vinna fýra dystir á rað. Stendur verjan í dag stinn, er tann møguleikin als ikki óhugsandi.

Vinnur VÍF Neistan í dag, bendir nógv á, at H71 ognar sær fyrsta plássið í FTZ-deildini og harvið fyrimunin at velja, hvar finaludystirnir skulu spælast.

Hondbóltsflokkurin í Vestmanna skúla fer at selja toast og annað gott í høllini í dag.