Góðu VÍF viðhaldsfólk

Leygardagin møtast vit aftur at stuðla kvinnunum og tær hava brúk fyri dyggum stuðli, um tað skal eydnast okkum at fáa FM steypið aftur til Vestmanna 🏆

Vit byrja upphitingina kl 14:00 við andlitsmáling og møguleiki verður at keypa sær suppu og 🍺 í teltinum uttanfyri.
Kaffi og køkur verða eisini til keyps ☕️🍰🍫
Øll barna- og ungdómsliðini hjá okkum verða biðin um at møta til skrúðgongu í høllini aftaná dystin og skulu verða ílatin VÍF drakt ella gula blusu og hava heiðursmerkini um hálsin 🥇🥈🥉
Aftaná verða øll boðin til smyrjibreyð 🍻 og saft til børnini.
Vit síggjast til ein góðan gulan dag 💛