VÍF-MENN STEYPAVINNARI 2015

IMG_0809

VÍF er steypavinnari 2015 eftir tættan finaludyst móti Neistanum leygardagin 7. februar. VÍF vann dystin 26-25 eftir at Neistin hevði verið á odda í hálvleikinum 13-12. Øllum kunnugt er hetta fyrstu ferð síðani 1999, at VÍF vinnur steypakappingina og eftir eina so langa oyðimarkargongd er ikki undarligt, at frøin er alstór.

Steypasigurin var sera týðandi fyri VÍF, bæði fyri leikararnar, felagið, skoðararnar – ja, alla Vestmannabygd. Og júst tí, at tað var so avgerandi og týðandi at vinna dystin, stóð nógv á leikarunum. Hetta sást í fyrra hálvleiki. Alt ov opið í verjuni og eitt sindur ov ótolnir í álopinum. Men áðrenn menn fóru til hálvleiks, gjørdust teir heitir, javnaðu og kundu fara at hvíla seg við støðuni 13-12 til Neistan.

Liðið var hamskift, tá seinni hálvleikur byrjaði. Verjan var tøtt, stríðsviljin var størri og skotini neyvari. Og endin var akkurát sum hann skuldi vera í eini steypafinalu – tættur, intensur og dramatiskur. So mikið størri var gleðin aftaná. Væl hevði frøðin verið góð, um VÍF vann ein tíggjumálssigur, men tann frøin hevði verið sum ein mjúkur løkur ein hásummardag. Við hesum dramatiska endanum gjørdist gleðin til eina eksplosiva, fullnøktaða forloysing, har so mikið av dynamikkið var í, at gleðisrúsurin helt sær til langt út á sunnudagin og stendur við til vit aftur møtast í FM-finaluni – vónandi.

Ongar fleiri útgreiningar og analýsur á hesum sinni. Ingi Olsen man fara at taka dystin ígjøgnum við liðinum, so at tað besta verður varðveitt og tað ringasta verður rættað. Kodan er brotin og ræðslan um ikki aftur at vinna eina finalu er søkt niður í 50 favna dýpið í Vestmannasundi. Har roknað vit við, at hon verður liggjandi eina tíð.

HJARTALIGA TILLUKKU, LEIKARAR, VENJARAR, HJÁLPARFÓLK OG ÁSKOÐARAR !!!

IMG_0790

VÍF: Áki Egilsnes 8, Filip Jojic 6, Julian Olsen 4, Agnar Joensen 2, Andrias Eriksen 2, Mads Eriksen 2, Hanus Christophersen 2, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen, Jón Müller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tóki Seloy, Sjúrður Nielsen og Eli Müller.

Venjarar: Ingi Olsen og Heini Hanusarson

Dagsins leikari: Julian Olsen

Neistin: Sjúrður K. Thomassen 9, Tommy R. Fletcher 8, Jugoslav Djumic 2, John í Innistovu 2, Teitur Magnusson 1, Carl H. Olsen 1, Terji Mørk 1

Dagsins leikari: Sjúrður K. Thomassen