VÍF MÓTI NEISTANUM Í KVØLD

Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá VÍF spæla móti Neistanum í høllini á Hálsi í kvøld. Kvinnurnar spæla klokkan 18.30 og menninir klokkan 20.00.

Kvinnurnar kunnu halda fram við sínum trygga spæli, hóast tað eina løtu í dystinum móti StÍF sunnudagin tóktist, sum fjáltur var á vestmennakvinnum. At Marianna H. Jacobsen ikki var við henda dystin hevði ivaleyst eisini sína ávirkan á úrslitið. Samstundis var tað eitt sindur trupult at seta seg upp móti botnliðinum eftir steypasigurin og veitslurómin fyri góðari viku síðani. Tá tað er sagt, kempaði StÍF væl, og tað er sjónligt, at tær spæla fyri at koma longur upp á stigatalvuna komandi kappingarár.

Kvinnudysturin móti Neistanum í kvøld eigur ikki at undirmetast. Alt er helst farið hjá Neistakvinnum hetta kappingarárið, men tær kunnu saktans arga og vilja heilt víst eisini fegnar vinna dystir móti fremstu liðunum. Fyri moralin og fyri seinasta partin av kappingarárinum hevur tað stóran týdning, at VÍF vísir, hvar tær liggja á stigatalvuni. Vit ynskja tykkum góðan dyst.

 

MENNINIR MUGU FÁA SPÆLIGLEÐINA AFTUR

Mansdysturin móti StÍF sunnudagin var ikki nógv at reypa av. VÍF spældi móti einum liði, sum vit í dystunum higartil í ár hava vunnið í seinastu løtu við einum-tveimum málum, og tá okkara lið var skert bæði við fráveru, kaldasveitta frá avtakandi beinkrími, vónbroti eftir steypakappingina og nýligum boðum um venjaraskifti komandi ár, var ov lítið at seta inn við móti einum sterkum StÍF-liðið, sum spælir fyri at koma við í oddin komandi kappingarár.

Okkara nýggju menn royndu at bøta um støðuna, men spælið varð ongantíð skipað, soleiðis sum vit kenna tað við kvika leikskiftinum. Heldur ikki sóu vit nakran bólt inn á strikuna, og tað sigur eitt sindur um vantandi breiddina á spælinum henda dagin. Tað álvarsamasta var kortini, at har var eingin spæligleði. Har var null smíl á okkara monnum, og tá verður tað nokk so eftirgjørt hjá áskoðarunum at rópa menninar til sigurs.

Tað positiva við okkara liðið skal ikki vera ósagt upp undir dystin móti Neistanum í kvøld. Við tí lutfalsliga lítla hópinum hava tit veruliga víst, at tit kunnu bíta frá tykkum. Tit vóru stutt frá finaluplássinum í steypakappingini. Sera stutt. Og í finaluni kundi steypið akkurát tað sama farið til Vestmannar. Tit hava vunnið stórar sigrar á greipuvinnaranum frá í fjør, men hava akkurát ikki klárað at knógva teimum, sum liggja ájavnt við tykkum í landskappingini. Tit hava møguleikan í kvøld, og eg vóni, at onkur klárar at hála ta gomlu spæligleðina fram aftur í tykkum. Góðan dyst !