VÍF og VB hildin fyri gjøldur

VÍF-kvinnurnar fóru væl fyrireikaðar suður til Vágs at spæla avgerandi dyst móti VB. Formurin hevur verið sera góður seinastu dystirnar og vónir vóru um gott úrslit. Onkur var farin suður dagin fyri og ikki sørt av áskoðarum vóru eisini í ferðalagnum.

Men sum øll vita, har bleiv eingin dystur spældur. Eingin dómari var komin suður. Almenna frágreiðingin á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum er, at orsøkin er ein misskiljing millum dómaraparið og skrivaran hjá dómaranevndini. Misskiljing er ikki rætta orðið og á Hondbóltskjak á Facebook hevur skrivarin í dómaranevndini, Hallur Danielsen, átikið sær ábyrgdina. “Eg havi gjørt eitt mistak, tí dómararnir hava givið avboð fyri 10 døgum síðani. Tíverri er tað farið niður ímillum. Vit royndu at loysa trupulleikan og høvdu fingið dómarar og tyrluna, men tá so nógv órógv var, og dysturin ikki kundi byrja fyrr enn kl. 17.30, ynskti VÍF at spæla dystin ein annan dag. Tað góðtók VB. Havi sagt tað á rætta stað, men ynski at endurtaka tað her. Hetta er óheppið og eg eri sera harmur um tað, men nú kann eg ikki annað enn biðja um treytaleysa umbering. Og tað er hervið gjørt,” var frágreiðingin hjá skrivaranum.

IMG_1024

Kvinnurnar hjá VÍF fáa einki meira gjørt við hesa óhepnu hending. Heldur ikki VB. Øll kunnu gera persónligar feilir og takk skal skrivarin hava, at hann biður um treytaleysa umbering. Men hetta kemur í kjalarvørinum á so nógvum øðrum feilum í hondbóltskappingini í vetur, at HSF alvorliga má taka sær um reiggj og tryggja leikarunum virðiligar spæliumstøður. HSF er samansett av øllum feløgunum, sum sjálvandi mugu virka við til at fáa viðurskiftini at rigga, men tað tykist, sum at umsitingin kundi verið hepnari.

Tað hevur ljóðað, at dysturin ístaðin skal spælast 18. mars. Men hetta kennir venjarin hjá VÍF, Henrik Gerster, einki til. 18. mars er ein mikudagur og hósdagin 19. mars skulu kvinnurnar til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. Og 10 dagar seinni er tann sera avgerandi dysturin móti Kyndli á skránni. Treytin fyri, at dysturin móti Kyndli er avgerandi, er tó sjálvandi, at VÍF vinnur bæði á Stjørnuni og StÍF.

Sum støðan er nú, vónar Henrik Gerster, at dysturin móti VB í Vági ikki verður spældur fyrr enn 5. apríl – dagin eftir at VB 4. apríl hevur verið í Vestmanna og spælt móti VÍF. Men hann leggur dent á, at eingin endalig avgerð ella semja er gjørd um, nær dysturin í Vági verður.

Gerster1

Henrik Gerster sigur, at kvinnurnar sjálvandi vóru vónbrotnar av ikki at sleppa at spæla í Vági, tí tær vóru klárar og væl fyri. Men venjarin leggur afturat, at VÍF-kvinnurnar eru gjørdar úr góðum tilfari og at tær tí ikki fara at lata seg ávirka av hesi hendingini, tvørturímóti tykjast tær at vera meira uppsettar til komandi dystirnar. Tann næsti dysturin verður móti StÍF sunnudagin kl. 14.30 á Skála. Har spældu tær sín fyrsta dyst í kappingarárinum og taptu. Tær hava tí brúk fyri nógvum vestmenningum, og tað hava menninir eisini – teir spæla sama dag kl. 16.00 móti StÍF.