VÍF sett venjarar

 

 
Venjarar hjá VÍF settir fyri kappingarárið 2011/2012.  VÍF hevur gjørt avtalu við Dia Midjord og Inga Olsen, um at taka sær av mansliðum felagsins. Dia hevur verið venjari eitt kappingarár, men hevur felagið valt at styrkja um venjarahópin hjá AAliðið felagsins. Liðið er í stórari menning, og felagið stílar væl hægri enn seinasta kappingarár. Við at seta Inga aftrat Dia vónar nevndin, at liðið kemur at røkka málum felagsins skjótari. Málið komandi kappingarár er at koma í finaluna í Coca Cola kappingini eins og finalurnar í Atlantic Airways kappingina. Dia og Ingi koma báðir at virka sum høvuðsvenjarar.
 
Hjá Sunsetliðinum kemur Kári Mortensen at vera høvuðsvenjari. Svanna Hanusardóttir kemur at hjálpa Kára. Hon er nógv upptikin og kemur ikki at vera til allar venjingarnar.Sum spælandi hjálparvenjara hevur nevndin sett rumenan Simonu Maria. Simona er bakspalari og er 25 ár. Hon er í løtuni í Rumenia, men kemur til Føroyar 1 juni. Vit vóna, at hon kemur at styrkja um okkara unga kvinnulið. Simona hevur lisið ítrótt á universiteti í Rumenia, og kemur hon eisini at virka sum ungdómsvenjari hjá VÍF. Vit vóna, at Vestmenningar koma at taka væl í móti Simonu.

Hópurin hjá AAliðinum og Sunsetliðinum verða betri mannaðið enn seinasta kappingarár. Hjá AAliðinum kemur Regin Joensen aftur í hópin og verður arbeitt við at fáa ein spælara aftrat Regini. Hjá Sunsetliðinum verður spælandi venjarin Simona ein góður styrkur og vónar nevndin í felagnum at kunna styrkja hópin enn meiri við enn einum spælara.
“Nevndin í VÍF er sera fegin um, at felagið hevur fingið venjarar á hægsa støði í Føroyum til bestu lið felagsins og arbeiða vit framvegis við at styrkja hópin hjá AAliðinum og Sunsetliðinum” sigur Áki Olsen formaður. Hann sigur, at hann er sera væl nøgdur. Eisini er komið val áleiðis, at seta venjarar til yngru deildirnar fyri kappingarárið 2011/2012.
 
Venjingin hjá teimum vaksnu til komandi kappingarár byrja beinanvegin.

VÍF