VÍF TIL VÁGS MIKUDAGIN

Eftir at allir teir innleiðandi dystirnir í steypakappingini vórðu leiktir sunnudagin, er greitt, at VÍF skal leika móti VB í hálvfinaluni. Fyrri dysturin verður í Vági mikukvøldið 7. februar kl. 20.00. Seinni dysturin verður í Vestmanna sunnudagin 11. februar kl. 14.30.

Menninir spæla móti Kyndli í hálvfinaluni. Fyrri dysturin verður í høllini á Hálsi hóskvøldið 8. februar kl. 20.00. Seinni dysturin verður í Vestmanna sunnudagin 11. februar kl. 16.00.

Óneyðugt er at rópa um allar geilar, at altýðandi er, at bæði kvinnurnar og menninir eru klár til hálvfinaludystirnar. Bæði kvinnurnar og menninir hava víst, at tey kunnu vinna á øllum liðunum í kappingini. Men her má einki mótstøðulið undirmetast og kasti tí heldur allar møguliga favoritthugsanir á vestfallið, har tær hoyra heima. Tað verða ivaleyst fýra harðir dystir, so haldi avtalurnar og spari tykkum ikki. Lønin bíðar, og tá hon kemur, verður hon útgoldin í drúgvum og leingi uppgangandi nøgdsemi.

Góðar dystir kvinnur og menn – og lat okkum áskoðarar, so mongum sum til ber, fara í hallirnar at stuðla okkara liðum.

hj

Fegnar VÍF-kvinnur eftir 31-25 sigurin á Neistanum