SIGUR Í HOYVÍK SENDI VÍF Í HÁLVFINALUNA

Við einum 28-27 sigri á H71 í seinasta innleiðani dystinum í steypakappingini tryggjaði VÍF sær fremsta plássið í sínum bólki og harvið víðari luttøku í hálvfinaluni. Hálvfinalaudystirnir verða móti Kyndli komandi mikukvøld og sunnudagin. H71 skal leika hálvfinaludystir móti Neistanum, sum gjørdist nummar eitt í sínum bólki.

Tað var ein framúr taktiskur sigur móti hoyvíkingum í dag. Alt tyktist vera lagt til rættis og tað mesta eydnaðist. Verjan var væl betri, enn hon hevur verið í fleiri dystum í ár. Stríðsviljin í verjuni var øgiligur nærum alla tíðina og eingin maður spardi seg. Gamaní fóru nøkur mál inn – eina tríggjar ferðir í H71-skjótálopið, tá verjan hjá VÍF ikki náddi at koma upp á pláss og nakrar ferðir í seinna hálvleiki, tá Peter Krog ikki átti at fáa so gott pláss, sum hann fekk.

Eitt eyðkenni fyri VÍF-liðið í dag var longu álopini. Menninir høvdu sum oftast tað neyðuga tolið og vit sóu fleiri framúr góðar gjøgnumspælingar. Fáar tekniskar villur vóru. hóast spælið hjá VÍF-leikarunum stóran part av tíðini gekk sera skjótt.

Tað kendist behagiliga doyligt at fara til steðg eftir fyrsta hálvleik við trý-málsleiðsluni 14-11. VÍF kom á odda tíðliga í dystinum og ongantíð eydnaðist H71 at koma upp á javnt og sjáldan nærri enn tvey mál. Vit áskoðarar høvdu eina góða kenslu allan dystin, at hetta fór at gerast ein av teimum góðu døgunum.

Mladen stóð so væl í VÍF-málinum, sum sjáldan áður

Uppskriftin var sum áður nevnt miðvísur taktikkur, stríðsviljin, nærlagni, fáar villur, gott verjuspæl, ein framúrskarandi Mlanden í málinum og ein fantastiskur spælskipari Julian Olsen, sum skeyt síni 9 mál, hóast hann var mansvardur partar av dystinum.

Eftir dystin hoyrdu vit fleiri viðmerkingar um, at Mladen bjargaði VÍF. Ja, málmaðurin bjargaði okkum, tí er málverjin góður, er hann helmingurin av liðinum. Men stríddust hinir ikki sum sjáldan áður, liggur tað í tokuni, hvussu leikur hevði spælt av. Viðhvørt høvdu vit tað neyðuga eyka hepni – og hepni kemur ikki av sær sjálvum, men er, sum vit nevndu undan dystinum, ein ágóði, ið liðið fær, tá øll orka og eitt sindur afturat verður løgd í dystin.

Umframt at hetta var ein góður og væluntur sigur hjá okkara leikarum og áskoðarum, so var hetta ein undirhaldandi dystur – javnur fyri tað mesta, men har VÍF hevði munin allar 60 minuttirnar.

Nú er at leggja rætta taktikkin til dystin móti Kyndli. Hann verður ivaleyst lagdur so líðandi fram móti mikudegnum. Tað, sum leikararnir tó beinanvegin nú kunnu fyrireika seg til, er at brynja seg við sama stríðsvilja, sum teir vóru ílatnir í dag.

Hjartaliga til lukku við sigrinum í dag, leikarar, venjarar og hjálparar – og allir VÍF-fjepparar.

H71-VÍF 27-28 (11-14)

Mál VÍF: Julian Olsen 9, Filip Jojic 6, Sjúrður Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Andrias Eriksen 1, Jákup Andrias Joensen, Miki Duko Sørensen 1 og Mladen Mjerimacka 1.

Mál H71: Peter Krog 9, Leivur Mortensen 5, Pætur Thomsen 3, Sigmundur Nolsøe 3, Andor Sivertsen 3, Rúni Vestergaard 1 og Niklas Hanusarson 1.

hj

Fegnir VÍF-leikarar eftir sigurin á H71