Mugu vinna H71 sunnudagin

Seinasti dysturin hjá VÍF-monnunum í steypakappingini er í morgin, sunnudagin. Dysturin er í Hoyvíkshøllini móti H71. H71 hevur vunnið tveir dystir, hevur 4 stig og er tryggjað pláss í hálvfinaluni. StÍF hevur tapt sínar tveir fyrstu dystir móti VÍF og H71, hevur einki stig og hevur ongan møguleika at spæla seg víðari.

Kappingin um hitt finaluplássið stendur millum VÍF og KÍF. VÍF hevur 3 stig og KÍF hevur 1 stig eftir javnleikin móti VÍF. Í seinasta dystinum spælir KÍF móti StÍF, sum ikki hevur nakað at spæla fyri. Í okkara dysti hevur H71 fyrsta plássið í bólkinum at spæla fyri, meðan VÍF við sigri á hoyvíkingum fær 1. plássið í bólkinum. Ein javnleikur gevur VÍF somuleiðis pláss í hálvfinaluni. Tapir VÍF fer at standa á vestmenningum at koma í hálvfinaluna, um KÍF ikki tapir fyri StÍF.

Sagt stutt: VÍF skal hava stig í morgin fyri at tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Í dystinum móti KÍF sóu vit stundum gott spæl. Aðrar tíðir var ikki nóg nógv at skriva heim um. Verjan var mangan ov opin. Tað var hon tíbetur eisini hjá KÍF. Hjá okkum fóru eisini ov nógvir bóltar í álopinum fyri skeyti, og kollfirðingar vóru skjótir at svara aftur.

VÍF-leikararnir eiga rós fyri at koma afturíaftur móti endanum. Tað vísir, at menninir kunnu, um viljin er tilstaðar – og eitt sindur meira av tí viljanum kundi eg hugsað mær at sæð gjøgnum allan dystin í morgin. Tað hevur víst seg, at teir dystirnar, tá VÍF hevur stríðst í verjuni allar 60 minuttirnar, vinna vit. Tað krevur orku og sveitta, tað vita vit, men tað verður ivaleyst neyðugt, um vit skulu knúgva hoyvíkingum.

Hepni skal kanska eisini til. Men einki hepni kemur av sær sjálvum. Hepni er ein tilfeingisrenta, ein eyka ágóði, sum tit leikarar fáa, tá tit longu hava gjørt alt, sum stendur í tykkara valdi at gera. Tað trúgvi eg, at vit fara at síggja í morgin, og so fáa vit neyðugu stigini.

Síggjast í Hoyvík klokkan 16.00 sunnudagin!!!

VÍF-leikararnir eftir dystin móti KÍF