So skal seinasta slagið standað í innleiðandi umfarinum í Faxe Kondi-steypakappingini. VÍF 1 hevur vunnið báðar sínar dystir móti H71 og VÍF 2 og hevur 4 stig. Men eftir at H71 vann á Neistanum, hevur H71, tá dysturin í morgin móti VÍF 2 er leiktur, ivaleyst eisini 4 stig. Neistin hevur 2 stig og kann við sigri á VÍF kl 19.00 í kvøld í Vestmanna eisini kom upp á 4 stig.
Til tess at varpa VÍF 1 út úr steypakappingini skal Neistin kortini vinna sera nógv á VÍF. Tann tankan mugu vit ikki spæla við. Tað einasta kvinnurnar í dag skulu hugsa um, er at vinna dystin. Tær mugu fyri alt í verðini ikki undirmeta Neistakvinnurnar, hóast Neistin ikki hevur klárað seg væl í ár. At H71 hevur vunnið fleiri ferðir á Neistanum, sigur jú bæði nakað um Neistaliðið, men tað sigur so sanniliga eisini nakað um nýggja H71-liðið. Í morgin vita vit, um H71 kemur víðari í hálvfinaluna, og um so verður, er talan um eitt rættiligt bragd.
Eg ivist ikki í, at venjararnir hava sett okkara kvinnur upp til dystin móti Neistanum í kvøld. Vit eiga at minnast til, at við undantak av Kyndli, so er Neistin einasta liðið, VÍF-kvinnurnar hava havt veruliga truplan dyst í móti. So har má vera fult fokus frá byrjan, bæði í verjuni og í álopinum. Góðan dyst, kvinnur.