Øgilig ferð á monnunum móti StÍF

Fyrsti steypadysturin hjá monnunum, sum var móti StÍF, byrjaði við rúkandi ferð. Frá byrjan fóru málini títt inn í báðum endum, nakað oftari í StÍF-málið, skal sigast, ja nærum eitt um minuttin fyrstu 10 minuttirnar. Støðan gjørdist 10-5 og 16-11 og tað luktaði av tryggari leiðslu restina av dystinum. Munurin á liðunum stóran part av fyrra hálvleiki var, at VÍF-verjan tók seg saman, samstundis sum verjan og StÍF-málverjarnir ikki høvdu sínar bestu dagar.

Stutt áðrenn fyrri hálvleikur var lokin, kom ferð á StÍF-leikararnar, sum skoraðu trý mál tveir teir seinastu minuttirnar. Eitt sindur sløsut av VÍF verjuni at loyva strandingum inn aftur í dystin beint fyri steðgin. Í steðginum løgdu StÍF-leikararnir nýggja ætlan fyri dystin, og longu frá byrjan í seinna hálvleiki sást, at strandingar ætlaðu at vísa, at teir eru steypaliðið burturav. Teir vóru komnir til Vestmannar at vinna. Nógv ferð var á leikinum eins og í fyrra hálvleiki, og tað sá út eina løtu, sum tað kundi eydnast strandingum at geva vestmenningum veruliga kapping. StÍF kom upp á javnt eina løtu og fór fram um við einum máli, 27-28.

Hesa løtuna gjørdu vestmenningar nakar feilir, sum teir vórðu revsaðir fyri. Tríggjar av seks útvísingum komu í fyrru helvt av seinna hálvleiki, og tveir leikarar fingu sínar tvær í part. Men á javnleikinum 28-28 tóku strandingar time-out, sum tað hinvegin vóru vestmenningar, ið gjørdu sær dælt av. VÍF fekk nú fýra mál á rað og var eftir lítlari løtu á odda við fýra málum. Gott verjuspælt og ein sera góð løta hjá Mladen saman við tryggum skotum var uppskriftin upp á góðu úrtøkuna hesar minuttirnar. StÍF royndi at koma afturíaftur, men tryggja spælið hjá VÍF í endanum á dystinum staðfesti ein 35-31 sigur.

Tvey stig í steypadysti móti StÍF er góð innløga. VÍF er í bólki saman við KÍF, H71 og StÍF. Hepna lagnan gjørdi, at vit hava tveir heimadystir og ein útidyst. Tað hepni eiga vit ikki at lata okkum gleppa av hondum. VÍF spælir heima móti KÍF komandi sunnudagin og móti H71 í Hoyvíkshøllini sunnudagin 4. februar. H71 og KÍF hava leikt sín dyst, sum H71 vann við tveimum málum.

VÍF-StÍF 35-31 (20-17)

Julian Olsen 9 mál, Sjúrður Olsen 9, Filip Jojic 9, Andrias Eriksen 4, Bjarti Hansen 2, Agga í Garðastovu 1 og Jákup Andreas Joensen 1.