Høllin við Løkin var í dag karmur um dyst í Sunset deildini. Liðini bæði høvdu sum so knívin á barkan. Taparin av dystinum, at kalla meldaði seg úr kappingini um 2. plássið, og harvið luttøku í FM finalunum,meðan vinnarin framhaldandi hevði nakað at stríðast fyri.
VB hevði, í stórum stíli, reist seg í høllini í Vági seinasta vikuskifti móti STÍF, eftir tætta tapið fyri Neistanum í steypafinaluni, so har var onki at kimsa at. VÍF/Tjaldur skuldi prógva, at sigurin á Kyndli mikukvøldið ikki varð ein einlig svala
Byrjanin av dystinum bar brá av, at VB’arnir kanska høvdu havt tað í so gott umborð á luksus-ferjuni um Suðuroyarfjørð. Eftir 10 min.høvdu vertirnir lagt seg á odda 5-3. Aftanáat korterið var fari, broyttist støðan frá 8-6 til vertirnar, til eina 10-8 leiðslu til langfararnar úr Vági (7tímar ferðing aftur og fram). Veit ikki um komandi setningur er kynsdiskriminerandi, men so kanska HSF rættar. Men tað sum eg vil siga er, at tað tyktist, sum ”mansverjan” av Adinu og Liljan hesa løtuna órógvaði spælið hjá teimum gulu eitt bil. Og tá fari varð til hálvleiks, hevði VB eina 10-13 leiðslu.
Kaffi í kaffisteðginum gagnaði teim njótandi, meðan uttandura nikotin-kórið gjørdi sær sjálvum sína ”bjarnatænastu” við eini skundviðger av tjøru-innhalering.
Seinni hálvleikur byrjaði har fyrri slepti, við eini framhaldandi ”mansverju” av Adinu og Liljan.VB tóktist hava takið á støðuni, og helt fast um sína 3-mála leiðslu fyrsta korterið til støðuna 14-17. Hendan løtan var tó eisini merkt av tekniskum feilum frá báðum síðum. Men næstu 5min. fingu vertirnir fatt, og løgdu seg fram um 19-18.
Tá fari var undir teir seinatu 10 min. av dystinum stóð á jøvnum 19-19, so av sonnum kundu legendarisku orðini hjá Gunnar Nolsøe bara stðafesta, at ”her er onki avgjørt enn”. Næstu 5 min. kom bert tað eina málið, har vertirnir komu á odda 21-20, og løtu seinni 22-20, tá bert 3 min. restaðu í. Men – VB gavst ikki á hondum, og javnaði til 22-22 tá fari var inn í síðsta minuttin. Vertirnir fóru í álop, og bert 17 ára gamla Eilin tók sakina í egnar hendur, og legði vertirnar fram um 23-22. VB átti síðsta álopi, men nýttu ikki møguleikan.
VÍF/Tjaldur stóð sostatt eftir sum vinnari, og hevði prógva – bæði yvir fyri sær sjálvum, og sínum áskoðarum – at sigurin á Kyndli mikukvøldið bert varð 2 stig á leiðini. Málverjarnir stóðu væl ídag, eins og verjuparturin eisini fungeraði væl. Kvotan av tekniskum feilum varð væl brúkt ídag, so har er neyvan nógv eftir at heinta, tíbetur. Ein fragd at síggja, at tær ungu kvikbeintu ikki lótu seg ávirka av mansverjunum av Adinu og Liljan. Hettar gav teimum pláss, sum tær megnaðu at gagnnýta.
4 Stig av 6 møguligum í 7 dagar ber boð um stóran spenning til dystin móti Stjørnuni í Runavík komandi sunnudag. Bæði mikukvøldið og í dag sóu vit liðið hava neyðuga yvirskotið til at avgera í teimum seinastu hektisku minuttunum.
Av sonnum má sigast, at Grækarismessan sær út til at nærkast í stórum. Tjaldrið tykist veruliga hava fingið V(ind) Í F(logið). Men – armarnar niður, hart arbeiði til næsta dyst; og ikki verri, um áskoðarar fjølmentir lata frætta frá sær.
Tillukku við dystinum gentir – flott arbeiði, góð vika, og góða komandi viku. JO, det var sku godt gået.