Vit vilja ráða í Vestmanna

Í kvøld klokkan 18.30 spæla kvinnurnar hjá VÍF móti Kyndil. Hetta er eitt gylt høvi at vísa, hvør ræður, tá vit hava heimadyst. Kyndil og VB hava víst seg at vera tvey av teimum sterku liðunum í ár. Tó so, VÍF hevur higartil vunnið teir fyrstu tríggjar dystirnar, men øll vita, at VÍF-kvinnurnar hava spælt móti teimum trimum veikastu liðunum, soleiðis sum kappingin higartil hevur háttað sær.

Í kvøld er tann fyrsta stóra styrkiroyndin. VÍF hevur klárað seg væl móti Kyndli seinastu árini, í fjør kanska undantikið, men nú liðið er styrknað munandi, vænta vit, at okkara kvinnur fara at vísa, hvussu sterkar tær í veruleikanum eru.

Bæði móti Stjørnuni og StÍF vísti VÍF, at liðið er væl samanspælt. Onkrar kunnu hála óvæntaðar dygdir úr ermuni afturat í morgin sum fara at gera munin á liðnum.

Men sum altíð til ein heimadyst eru tað áskoðararnir, sum eiga avgerandi munin. Hoyrdu tit ikki leiðaran á íslendska fótbóltsliðnum siga, at tað vóru áskoðararnir, sum høvdu æruna av at liðið var komið so langt!!! Í kvøld standa vit tí saman um VÍF-kvinnurnar. Vit hava ikki tapt enn og vit vilja heldur ikki tapa í kvøld. Málið er ein sigur á Kyndli. Tað málið náa vit við góðum og frekum spæli og nógvum rópandi áskoðarum.

So øll somul, komið í høllina í kvøld og takið við tykkum øll avvarandi og øll tey ungu og skapi eina sigursfest í høllini í Vestmanna.