Vunnu til endans

VÍF – STÍF 27-25

Tað var ikki nógv fólk í høllini til dystin í dag. Var eisini fluttur frá kl 4 til 3. Hetta var ikki nóg væl lýst, og komu nøkur í høllina, tá dysturin var við at vera liðugur.
Sjálvur dysturin byrjaði varliga. Liðini skiftust at fáa mál. Vit høvdu munin allan hálvleikin, og ein sat við eini kenslu av, at hetta mundi fara at ganga. Vit kláraðu tó ikki at slíta okkum leysar frá Strandingunum. Munurin var ongantíð meir enn eitt til tvey mál. Tá ið liðini fóru til hálvleiks, var javnleikur 14-14. Ein rótutur hálvleikur við nógvum feilum.
Seinni hálvleikur byrjaðu sum fyrri. Liðini skiftust at skora. Miðskeiðis í seinna hálvleiki gekk betri hjá Stíf. Teir runnu frá okkum, og bleiv støðan 23-18 til Strandingar. Tá sá út til at dysturin var avgjørdur. Hvat so hendi vita vit ikki, men dysturin koppaði á høvdi. Vit gjørdu eitt gott hál og komu framum 24-23. Seinastu 6 min av dystunum gjørdist sera spennandi. Liðini skiftust aftur um at skora.
Síðstu løtuna høvdu Strandingar nakrar upplagdar møguleikar. Teir tóku ikki av og brendu. Tummas var komin í VÍF málið at standa, og hann stongdi málið.
Samanumtikið ein rótutur dystur, ið Stíf iðrar seg um ikki at hava vunnið. Sera gott komið aftur av okkara monnum.
Næsti dystur verður móti Neistanum. Hesin dystur skal helst vinnast, um finaluplássið skal røkkast.

Málskjúttar VÍF
Magnus 7, Joen Pauli 5, Áki G 5, Bjarti 4, Rúni 4, Holgar 1, Andrias 1
Málskjúttar Stíf
Sveinur 6, Marius 4, Leivur 3, Bent 3, Jóannes 3, Fríði 2, Jógvan G 2, Jógvan B 2.