VÍF liggur á odda í mansdeildini og er enn ósigrað. Skal liðið liggja ovast eftir dystin móti Neistanum á Hálsi í dag klokkan 18.00 skulu allir menn helst vera meira enn klárir. Onnur treyt er, at nakað væl av vestmenningum leita sær til Havnar og at útisetarnir í Havn eisini taka túrin niðan á Háls.
Hasar treytirnar ber til at uppfylla. Tá liggja vit væl til Neistaliðið, sum møtir upp eftir ein ósigur móti Kyndli seinasta sunnudag. Dysturin millum Neistan og Kyndil var eitt sindur løgin, tí Neistin var framman fyri við trimum-fýra málum stórt sæð alla tíðina. Kyndil kastaði nógvar bóltar burtur og gjørdi lítið og einki í fyrra hálvleiki fyri at forða Rasmusi Søby at skjóta sum honum lysti.
Móti endanum byrjaði tað tó at rigga hjá Kyndli. Neistaleikararnir gjørdust ótolnir og ótryggir bæði í álopi og verju og Kyndil streyk avstað við báðum stigunum.
Har verður helst nógv at hava eyguni eftir hjá VÍF-leikarunum. Sleppur Rasmus Søby at spæla frítt, skjýtur hann nógv mál, men verður hann passaliga órógvaður, fær hann vónandi ikki so nógv burturúr. Og har eru sjálvandi ein rúgva av øðrum góðum leikarum at ansa eftir.
VÍF-leikararnir hava víst, at teir standa ikki aftan fyri tær dygdir, sum leikararnir vístu í fjør. Fleiri av teimum ungu hava veruliga prógvað síni virðir, og og av teimum ungu móti KÍF seinasta leygardag vóru tað serliga Jóhan á Garðastovu og Jón Müller, sum vóru eyðsýndir. Filip Jojic, Sjúrður Olsen og fleiri aðrir vístu stórspæl, og tað tykist sum at leikluturin hjá Sjúrði sum liðskiparar eydnast sera væl, bæði við egnum skotum og við góðum sendingum til Filip. Tað var eisini stuttligt at síggja Magnus Müller skjóta fyrsta málið til 1-0 í hesum dystinum móti kollfirðingum. Magnus er fallin væl inn í VÍF-hópin.
Hjalmar Klein Olsen hevur ivaleyst gjørt sær sínar metingar av dystinum. Hann kennir væl Neistaliðið, og at VÍF fyrsta dystin móti Neistanum í fjør tapti við fýra málum hevur ongan týdning í dag. Men skotini frá byrjan mugu vera neyvari enn móti KÍF leygardagin, har bara trý skot fóru inn teir fyrstu 15 minuttirnar. Eru kanónirnar rætt innstillaðar vænta vit ein spennandi dyst, har kvikleikin hjá VÍF-leikarunum vónandi fer at gera munin.