Heystardagurin gerst alsamt týðuligari og týðuligari; og eitt fyribrigdi sum undirstrikar tað at so er, er tann dagurin, tá fólk aftur fær møguleikan at leita sær í ítróttarhallirnar runt landið at hyggja eftir hondbólti.
Kyndil stóð á matarlepanum, og tað varð týðuligt, at fólk fegnaðust yvir at kappingin loksins varð skotin í gongd. Væl at fólkið var møtt upp. Karmarnir vóðu í topp, bannarar, frásøgufólk, tónleikur, trummur og kaffisøla. Hugaligt var aftur at síggja heimaftur vendar leikarar nú í gul-bláa litinum.
Dysturin byrjaði við stirvnum spæli. Ikki er at taka munnin ov fullan um sagt verður, at máltíttleikin í fótbóltsdystinum í Fuglafirði í størri mun minti um hondbóltsdyst, enn títtleikin á máltalvuni fyrstu 22 minuttirnar, tá støðan var 3-3. Smátt um smátt komu nú nøkur mál, soleiðis at fari var til hálvleiks við eini 8-6 leiðslu. Mest merkisverda løtan í fyrra hálvleiki var, tá Ingi miðskeiðis í hálvleikinum kom inn á vøllin, í síni gul/bláðu nr. 8 troyggju, og var hann fagnaður av áskoðarunum við lógvabrestum.
Hálvleikurin var partvís nýttur til klassiska kaffimunnin, umframt at fótbóltsstøður runt landið eisini vórðu umrøddar.
Seinni hálvleikur var heldur var meira ella minni ein endurtøka av fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust við VÍF undan, og Kyndil aftaná. Tó var ongantíð meira enn 4-máls munur tá hann var stórstur. Tað kom tó ongantíð tann heilt stóri spenningurin í dystin.
Endaliga úrsliti gjørdist 18 – 15 til VÍF og 2 stig á kontoina. Tók man leikara fyri leikara, høvdu vit betra liðið á pappírinum. Men charman við ítróttini er jú, at eitt úrslit ongantíð er givið uppá forhond. Og í so máta mundu okkara venjarar kanska innast inni fegnast yvir, at dysturin gjørdist munandi tættari, enn teir kraviklu áskoðararnir høvdu mett framman undan, havandi í huga at Kyndil í dagmanglaði onkran av sínum lyklaleikarum.
Vit fegnast yvir stigini, og gleða okkum til næsta dyst – í Kollafirði sunnudagin 9. oktober. Tá verður brúk fyri øllum góðum stuðlum at heppa okkara leikarar.