VÍF kvinnurnar “vunnu” 20-20, tí tær vóru aftanfyri 16-20 fáar minuttir áðrenn dystarlok.
VÍF kvinnurnar høvdu eina góða byrjan av dystinum. Tær vóru frammanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki. Men beint áðrenn steðgin javnaði Kyndil. Støðan í hálvleikinum var 10-10.
Kyndil byrjaði eisini betur í seinna hálvleiki, og tær løgdu seg á odda beinanvegin. Kyndil helt leiðsluna allan seinna hálvleik og móti dystarenda vóru tær heili 4 mál á odda.
Men so komu VÍF kvinnurnar sera sterkt aftur teir allar seinastu minuttirnar. Frá støðuni 16-20 stríddu tær seg upp á javnleik 20-20. Simona javnaði tá bara 5 sekund vóru eftir av dystinum.
Høvdu VÍF kvinnurnar klárað at hildið á allan dystin við sama góða spæli, sum tær vístu stóran part av fyrra hálvleiki, kundi úrslitið blivið munandi betur. Men eins og tað hevur víst seg í fleiri dystum undanfarin ár, fáa tær aftur í dag eina “down-periodu”. Í dag gjørdist hetta tíðarskeiðið heldur drúgt við nógvum persónligum mistøkum. Tá hesi mistøk verða rættaði hava vit eitt sterkt kvinnulið í Vestmanna, sum óivað kann geva øllum hinum liðunum í Sunset deildini harða mótstøðu.
Tað sást á spælinum, at hetta er fyrst í kappingarárinum, tí leikararnir vóru heldur trilvandi og tað heilt flótandi hondbóltspælið kom ikki nóg væl til sjóndar í dag. Men tað kemur seinni.
Javnleikurin kendist sum ein sigur, tí fá høvdu væntað at VÍF kvinnurnar kundu koma aftur í aftur móti dystarenda. Men tað gjørdu tær, og staðfestu harvið at “einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt”. Flott avrik. Koyrið á VÍF kvinnur.
Málskjúttar fyri VÍF:
Liljan Djurhuus 7
Agnas Olsen 6
Simona Iacob 3
Finngerð Jensen 2
Linda Davidsen1
Elisa Leo 1
Málskjúttar fyri Kyndil:
Anja Heinadóttir 7
Turid Arge 3
Birita Mortansdóttir 2
Randi S. Wardum 2
Ásleyg Súnadóttir 2
Jórun S. Ludvig 1
Guðrið Eystberg 1
Anna Brimnes 1
Annika Sigurðardóttir 1