Kambsdal Open


Kambsdal Open 2011

Nú fara kappingarnar í Badminton at byrja aftur. Fyrsta Grand Prix kappingin í hesum kappingarárinum verður á Kambsdali vikuskiftið 1. og 2. oktober. Kappast verður í hesum bólkum: U-11, U-13, U-15, U-17, U-19 og vaksin, men har umframt verður hvør aldursbólkur deildur upp í styrkisbólkar A, B, C, D o.s.fr. Gentur og dreingir kunnu enda í sama bólki og leika hvør ímóti øðrum.Tey vaksnu leika sunnudagin, meðan allir hinir aldursbólkarnir leika leygardagin. Onnur ár, hava bólkarnir U-11 til og við U-15 leikt leygardag, meðan U-17, U-19 og vaksin hava leikt sunnudag. Orsøkin til hesa broytingina er, at tað skal vera møguligt hjá teimum bestu leikarunum í U-15, U-17 og U-19, eisini at leika ímóti teimum vaksnu sunnudag. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hetta kemur at rigga.

Leikarar hjá VÍF kunnu melda til ”Kambsdal Open 2011”, við at senda teldupost til: vif1939@live.com, við navni og føðingardegi á spælara. Seinasta freist at melda til kappingina er leygardagin 24. september 2011. Hósdagin 29. september verður tíðarætlan at síggja á: WWW.bsf.fo , nær hvør leikari skal spæla. Ynskiligt er, at leikararnir møta í minsta lagi ein hálvan tíma áðrenn teir eru settir til at leika fyrsta dystin.

Áðrenn tilmeldingin er liðug, er eitt sindur trupult at siga neyvt, nær teir ymisku aldursbólkarnir koma at spæla, men kappingarnevndin hevur sett eina fyribilsætlan upp, sum sigur, at:

U-11 byrjar kl. 09:00, U-13 byrjar kl. 12:00, U-15 byrjar kl. 14:00 og U-17 og U-19 byrja kl. 16:00

Heiðursmerki verður latið til leikara nr. 1, 2 og 3 í øllum aldurs-/styrkisbólkum.

Kostnaðurin fyri at luttaka í kappingini er:

U-11, U13, U-15 og U17BC   kr. 50,-

U-17A, U19 og vaksin             kr. 80