VÍF vann grannauppgerðina

Lagt var upp til ein spennandi dyst í Kollafirði í dag ímillum VÍF og KÍF. Àskoðaranir fingu eisini spenning til sísta sekund. KÍF fekk eina berti byrjan enn VÍF og kom á odda 6-2 tá umleið 10 min vóru farnir av dystinum. VÍF fekk so minka um munin sum tíðin gekk og komu teir uppá 11-11.
Eftir hetta, leikaði javnt á allan fyrra hálvleik og var KÍF á odda við einum máli tá fari var til hálvleiks. Eftir at annar hálvleikur var byrjaður, sá út til at KÍF liðið var meiri tendra enn VÍF liðið, men teir komu nú ongantíð á odda við meiri enn tveimum málum. Sámal Joensen hjá VÍF, var ikki við í dag, og hevði tí ungi evnaríki Magnus Múller fingið álitið, at spæla á vinstra bakki. Magnus takkaði fyri og skeyt fleiri góð mál og helt samstundis VÍF inni í dystinum. KÍF byrjaði í seinna hálvleiki at mansverja Magnus og sá hetta út til at darva spælinum hjá VÍF eitt sindur, inntil rutineraði Àki G Olsen tók sakina í egna hond og skoraði nøkur týdningarmikil mál. Samstundis sum Áki tók ábyrgd og vísti vegin í álopinum, so
gjørdi Eli Múller nakrar avgerðandi bjargingar í hinum endanum, soleiðis at VÍF var á odda við tveimum málum tá 5 min restaðu í. KÍF vildi ikki sleppa og bardust teir seg upp á javnleik tá í 1½ min var eftir av dystinum. VÍF fór í álop og her vísti Magnus Múller sína styrki, hann breyt seg ígjøgnum og skoraði til endaligu støðuna 29-28 til VÍF. KÍF hevði tó seinasta álopi í dystinum, men fekk VÍF verjan steðga teimum í at skorða.

Saman um tikið, so var dysturin til tíðir eitt sindur rótutur. Verjan hjá VÍF kom ongantíð orduliga í gongd fyrr enn ímóti dystar enda. Málmaðurin hjá KÍF stóð gott í eina langa periodu og var hetta viðvirkandi til at VÍF ikki slapp avstað frá KÍF.

VÍF hevur nú tveir sigrar á rað og skulu teir næstu ferð møta Stíf í Vestmanna tann 23.okt.