Hjá monnunum var stórdystur á skránni. VÍF skuldi vaska tama avrikið móti Kyndli seinasta sunnudag av sær, meðan kollfiðringar ikki fáa ein betri dag á árinum, enn tá tað eydnast teimum at vinna á arvafíggindanum úr Vestmanna. So tað kundi ikki annað enn gerast ein spennandi og intensur dystur.
Og tað var júst tað sum áskoðarnir fingu – hondbóltsvaluta fyri allar pengarnar, kollfiðringar tó eitt kurspoeng hægri.
VÍF mátti vera unga og evnaríka høgrabakkin Áka Egilsnes fyri uttan; hann breyt fótin í dysti fyri D18 í steypakappingini í Hoyvík leygardagin. Men tilvildin vildi tað tó soleiðis, at danin Mads Eriksen er komin upp í hópin í vikuni; ein vinstrahandaður bakkur úr Mors/Thy í donsku kappingini.
Dysturin byrjaði í høgum tempo, og helt høga tempoði allan vegin. Heimaliðið hevði munin fyrstu 8 min. av dystinum. So fingu kollfirðingarnir snútin undan, og otaðu seg uppá eina 4 máls leiðslu til 6-10, og løtu seinni til 7-12. Man sat hesa løtuna við eini fatan av, at hettar fór at gerast ein “cruise-control-dystur” fyri útiliðið. Men heimaliðið stríddist tað teir vóru mentir, og harafturat mátti Rúni Joensen hjá kollfirðingum av vølli og á skaðastovuna. Hann hevði eftir øllum at døma havt ein fingur á skeivum stað, soleiðis at hann fór úr lið, so bæði fingur og Rúni noyddust á skaðastovuna. Tað tóktist sum kollfiðringar fóru eitt sindur niður í “cardancu”, meðan heimaliði fór eitt gear upp. Tá fari var til hálvleiks, hevði heimaliðið toga seg uppá ein 14-14 javnleik.
Danski leikarin hjá VÍF fekk 2 útvísingar relativt tíðliga í fyrra hálvleiki, og tóktist heldur ørkymlaður yvir hesar dømingar, í báðum førum í smb. við kontrarenningar, har hann fylgdi bóltførandi kollfirðinginum. Tykist sum hesin leikari er eitt gott íkast tí hópin hjá vestmenningum.
Hjá kollfirðingum hevði vestmenningurin Magnus Múller spælt, sum um hann stríddist fyri einum plássi á danska EM landsliðnum. Hann var ein støðug hóttan, og stressaði VÍF verjuna í ólukkumát. Sjálvsálitið lýsti av honum, ja so nógv, at um ljósið fór í høllini, hevði hann helst megna at lýst alla høllina upp. Ein fragd at síggja.
Dysturin var sostatt víðopin, tá fari var undir seinna hálvleik. Heimaliðið legði bragdliga fyri, og fekk 2 tey fyrstu málini. Frá at hava verið 5 mál afturút, høvdu teir nú eina 2 máls leiðslu. Heimaliðið fór í tveimum førum 2 mál framum, men hvørjaferð komu kollfirðingar afturíaftur, seinnu ferð uppá 21-21.
Heimaliðið gavst tó ikki á hondum, og fór uppá 25-22, 27-24 og 28-25 tá 8 min vóru eftir av dystinum. Tað verður í hondbóltsumhvørvi sagt – kanska eitt sindur í skemti, og tó – at kollfirðingar hyggja ikki uppá máltalvuna fyrr enn dysturin er floytaður av, og tí ikki kenna reellu støðuna. Teir stríðast við øllum sum teir eiga. Tað er kanska ikki so lítið um hettar. Seinastu 6 minuttirnar vóru teir 1 til 2 mans í undirtali, umframt at Nicklas Selvig meiddi sær fótin so mikið, at hann ikki fekk verið við seinastu 2-4 minuttirnar. Men hóast hettar hálaðu kollfirðingar seg frá at verða afturút 28-25 upp á eina 28-30 leiðslu, áðrenn VÍF fekk seinasta málið til endaliga úrslitið 29-30.
Ein sera spennandi, tempofyltur og intensur dystur var at enda komin, har bæði leikarar, leiðarar, dómarar og áskoðarar vóru útasaðir. Sum vera man, stór frøi á kollfirðingum, meðan vestmenningarnir enn einaferð máttu ásanna tap í egnari holu, móti sínum nýggju “arvafíggindum”.
So kann “bagklogskabens parlament” umrøða “hevði, burdi, kundi, skuldi” o.s.fr. Tað stutta av tí langa var, at dysturin vippaði alla tíðina, og kundi fara allar vegir, og tá alt kom til alt, høvdu kollfirðingar tað dummheit, dirvi, hepni ella dugnasemi sum skal til fyri at innheinta eina 3-máls leiðslu so stutt áðrenn leiklok; stórt sæð í undirtali og síðan vinna tílíkan dyst.
Vit kunnu ikki annað enn takka liðunum báðum fyri ein fantastiskan dyst. Vit gleða okkum til næstu fer tit møtast; ikki verri um vit sóðu fleiri dystir tykkara millum í hesum kappingarárinum. Í mun til dystin móti Kyndli, vístu okkara menn góðar taktir í gjár.
Mads Eriksen, du skal være hjertelig velkommen i klubben, vi ser frem til næste kamp mod Kyndil í Vestmanna i pokalturneringen med stor spænding. Endnu en klassiker venter os.