Elektron: VÍF – Stjørnan 30-17

Høgtíðin er av, kaloriur v.m. var fyri ein part brent av í dysti móti Kyndli seinasta sunnudag, ein dystur, sum sæð við Vestmanna eygum ikki var so nógv at skriva heim um, uttan at ynskja Kyndil tillukku við einum sannførandi avriki. Spælið í tí dystinum, eins og mansdysturin sama dag, bóru brá av, at jólagæsnar, og maturin annars, helst hava verið heldur betri norðuri á Streymoynni. Í øllum førum vóru suðurstreymoyingarnir væl lættari á fótum enn soygligu vestmenningarnir hendan dagin.

Ein ítróttarguðstænasta við fullsettari kirkju trettanda kvøld, umframt miðvís venjing alla vikuna, skuldi tó vísa seg at vera ein góð íløga hjá kvinnunum móti unga Stjørnu liðnum í høllini í Vestmanna.

Okkara kvinnur løgdu bragdliga fyri, og áðrenn nakar vardi, høvdu tær lagt seg á odda 12-3, og spenningurin tóktist longu vera farin úr dystinum. Tað tóktist sum gestirnir ikki høvdu trúnna uppá egin evnir við sær úr Klaksvík, og dysturin gjørdist tí  meira at kalla ein “one-way traffic” dystur, har heimaliðið gjørdi sítt til at fáa undanfarna vikuskifti móti Kyndli bæði úr kroppi og høvdi. Fyrri hálvleikur var ein long marra fyri Stjørnuna, og fóru tær til hálvleiks við einum 18-7 um akslarnar.

Dysturin var í roynd og veru avgjørdur, men Stjørnan gjørdi tó eina roynd í byrjanini av seinna hálvleiki, og fekk 3 tey fyrstu málini.  Heimaliðið svaraði tó aftur við 4 teimum næstu málunum, og máttloysi gjørdist aftur í sjónligara lagið hjá Stjørnini. Málmunurin kom einu løtuna uppá 16 mál við støðuna 30-14; men eins og í byrjanini av seinna hálvleiki fekk Stjørnan tó 3 tey seinastu málini í dystinum.

Í seinasta álopi í dystinum fekk ein av Stjørnuleikarunum eina óhepna tackling, og mátti berast av vølli, og koyrast á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Herfrá fara vit at vóna at viðkomandi leikari er komin seg væl, og verður at síggja aftur á vølli skundisliga.

Stórsta avbjóðingin hjá okkara kvinnum var at halda fokuseringina, og tað komu tær væl frá. Man kann kanska siga at spælið á ein hátt var flúgvandi. Í øllum førum vóru tað vengirnir Tóra og Eilin, sum gjørdu ávikavist 9 og 6 mál, og harvið gjørdust toppskjúttar hjá okkum.

Fyri framman stendur nú steypakappingin, har kvinnurnar hjá Neistanum koma á vitjan í Vestmanna sunnudagin kl. 14.30. Her er tørvur á munagóðari uppmøting frá okkum áskoðarum, soleiðis at vit kunnu viðvirka til, at kvinnurnar fáa tann stuðul, sum tær hava tørv á og hava uppiborið.