Heilagu skriftirnar hava Tollarar, Syndarar, Farisearar og Samariubúgvar sum partav sínum innihaldi. Á tí føroyska fjølmiðla/politiska víðvøllinum verður í hesum døgum og tímum leita við lykt og luppi eftir, um ikki ber til at finna okkurt hissini prógv um juridiskt ella moralskt brotsverk. Tónin tykist vera, “Gev okkum Barabas”.
Tað er tí eitt vælsigna andarhald, ein regnvátan, men tó tollfríðan sunnudag, at leita sær í høllina til 2 spennandi dystir í umskipaðu steypakappingini bæði hjá kvinnum og monnum. Hettar fólkaslag sum her savnast, sóknast ikki Barabas, men ynskir undirhald, spenning , ein heitan kaffimun, og eitt gott prát, har subjektivar og objektivar meiningar ríka løturnar.
Steypakappingin hevur tann eyðkenda spenning, at lið sum kanska hava verið heldur trilvandi í landskappingini, ofta síggja møguleikan í at vinna skreyt við einum góðum avriki í steypakappingini.
Lagt varð fyri við kvinnudystinum millum VÍF og Neistan. Neistin vísti beinanvegin, at tær ikki høvdu lagt hesa regnvátu leið úr høvuðsstaðnum, ígjøgnum Stubbaland og til Vestmannar uttan eitt greitt mál. Liðini fylgdust upp á 5-5, men næstu 4 minuttirnar dróg Neistin frá uppá 5-9. Heimaliði royndi at svara aftur, men spælið tóktist heldur stirvið og óskipað, meðan Neistin hinvegin tóktist at nýta sama spæl sum spaniólar vístu móti dønum í gjárkvøldið. Tá fari varð í álop, var tað við nógvari ferð, og hevði heimaverjan trupuleikar við at venda snútan rætta vegin, áðrenn bólturin lá í málinum. Fyrri hálvleikur var ein greiður Neista dominansur, og fóru tær til hálvleiks við eini 11-16 leiðslu, meðan heimaliði hevði nokk at tosað um í steðginum.
Seinni hálvleikur byrjaði tó í sama spori sum fyrri hálvleikur. Heimaliði gjørdi roynd at hála inn, fekk minkað munin niður í 3 mál, og tvingaði Neistan til at taka sítt TO eftir bert 7 min. Neistin dróg frá aftur, og við støðuna 16-21 eftir 12 min. valdi Gerster at taka sítt TO. Boðini vórðu greið: DET ER NU. Havi huga at siga, at tað er kanska til tíðir spell, at konufólk í síni heild ikki akta mannfólk so væl sum okkara kvinnur vístu seg at gera her : -) Næstu 18 min. fekk Neistin bert 1 mál, meðan okkara fingu 8 mál. Verjan hjá heimaliðnum varð meira ágangandi, og harumframt stóð Vivian sera væl allan seinna hálvleik. Viljin tók fatur í heimaliðið, meðan fjáltur tyktist verða komin í skotarmin á Neistaliðnum.
Neistahópurin hevur helst orsøk til at tosað nærri um, hvat hendi teimum í seinna hálvleiki, meðan okkara kunnu klappa seg sjálvar á herðarnar og siga “godt gået”. Við hesum sigri hava tær tikið umráðandi fet nærri eini semifinalu, tó at onki er avgjørt fyrr enn alt er avgjørt.
Tað fáa vit nærri innlit í til dystin týskvøldi 28. januar, tá okkara kvinnur skulu inn á Skála at møta StÍF.
Málini ídag býttu seg soleiðis:
VÍF: Tóra 7, Durita L. 4, Liljan 4, Durita C. 1, Eilen 3, Agnas 5.
Neistin: Eir 4, Bára 6, Birita 2, Rakul 2, Nicolet 2, Jacklyn 6.