Kvinnurnar høvdu víst veg, og skuldu mennirnir reisa seg eftir tepra tapið móti KÍF seinasta sunnudag. Dysturin millum hesi bæði liðini beint eftir ársskiftið vísti, at Kyndil tykist hava funnið stevið, og harumframt høvdu teir íslenskan strikuspælara við til dystin.
So her var lagt í ovnin til ein tættan og spennandi dyst.
Og júst hettar vísti seg skjótt at gerast veruleiki. Gamaní legði Kyndil bragdliga fyri við eini 1-5 leiðslu, áðrenn heimaliði fekk svølgt seinasta bitan af døgurðadessertini. So løgdu teir til brots, og komu uppá eina 8-5 leiðslu, áðrenn Kyndil fekk fótin fyri seg aftur. og hálaði seg fram um aftur 8-9. Liðini fylgdust so uppá hálvleiksstøðuna 12-12.
Seinni hálvleikur gjørdist ein langur tættur dystur, har liðini skiftust um leiðsluna uppá støðuna 17-17. Har varð onki givið við dyrnar, tacklingarnar sótu fast, og løtur vóru, har bæði leikarar leiðarar og áskoðarar ynsktu sær eina floytu; hettar sagt, uttan at tað á nakran hátt skal skiljast sum kritikkur av dómaraavrikinum. Dádýr-eyguni á leikarum sum fáa boð um 2 min. hvíld, kann seta bæði sinn og láturmusklar í kók – alt eftir, hvønn part dómurin gongur út yvir – ein sjarmerandi partur av samlaða upplivilsinum. Heimaliðið tóktist at hava snútan undan, meðan Kyndil skuldi ansa eftir ikki at dragna. Eftir 23 min var støðan javnleikur 23-23, og tað ráddi hjá báðum pørtum um, ikki at koma afturum.
Hettar við at koma afturum, kann fyribyrgjast á ymiskan hátt. Kyndil valdi at loysa hendan vandan við at hava long álop koyrandi, fyri harvið at finna hol, umframt vinna tíð. VÍF harafturímóti valdi at nýta sama miseyðnaða leist sum móti KÍF seinasta sunnudag, lata skot ganga av áðrenn nøkrum vardi, uttan at sannlíkindi fyri at fáa mál, vóru í eygsjón. Hví heimaliði valdi hesa loysn skal helst ein doktararitger til at svara uppá. Men úrslitið gjørdist júst sum seinasta sunnudag – at vit onki fingu burtur úr hesum álopum. Var tað ikki fyri eina sterka verju, fór Kyndil avstað við øllum, og hevði harvið sett annað beini í semifinaluna.
Nú er so at stillað verju-, og álopskanónirnar til rættis til komandi hóskvøld 23. Januar kl. 19, tá StÍF kemur á vitjan. Megnar hópurin at halda fokus í allar 60 minuttirnar, er gjørt tað sum gerat kann, og restin má sær ráða. Ómotiveraðar skotvenjingar kunnu gerat undir venjing, um tørvur er á tí. Til dystir hava slík skot í endanum av dystum kosta okkum dýrt seinastu vikuna. Harvið ikki sagt, at tað ikki skal skjótast útifrá, der er dog forskel… .
Málini ídag býttu seg soleiðis:
VÍF: Sámal 4, Julian 2, Agnar 2, Andrias 4, Mads 1, Filip 8, Sámal Jákup 3.
Kyndil: Josef 4, Oyvind 1, Høgni 1, David 7, Ludvík 1, Bárður 1, Finnur 6, Hørður 2.