Coca Cola: VÍF – StÍF 28-30

Coca Cola: VÍF – StÍF  28-30
Strandingar høvdu lagt longu leiðina til Vestmannar í eini roynd at undirstrika sína stoltu siðvenju í steypakappingini. VÍF skuldi fáa vent eini heldur trilvandi byrjan uppá 2014, har ein javnleikur er úrtøkan úr 3 dystum.
Liðini fylgdust fyrsta korterið við VÍF  undan til støðuna 9-8. So tóktist sum stígur kom í hjá StÍF, og gav hettar heimaliðnum møguleika at leggja sjógv ímillum, og var hettar júst tað sum hendi.  Næstu 9 minuttirnar fekk StÍF onki mál, meðan heimaliðið sníkti seg uppá eina 13-8 leiðslu, áðrenn farið var til hálveiks við støðuni 17-11 til VÍF.
Tað sum eymerkti fyrra hálvleik var, at Flip og Sveinur høvdu gjørt ikki færri enn 9 mál í part, so ikki var ringt at meta um, hvat tosað varð um í hálvleikinum í leiðrunum báðum. Tó hevði heimaliðið eitt psygologist yvirtak, meðan StÍF skuldi til at fáa annað skinn um bak, um semifinalan ikki skuldi koma í vanda.
StÍF kom tíðliga inn í høllina aftur, og man freistaðist til at spyrja seg sjálvan, um teir mundu hava uppgivið hendan dystin, og tí bert vildu hava tað yvirstaðið beinanvegin.
Seinni hálvleikur byrjaði við at heimaliðið øktið til 19-11. So hendi tað sum flestu høvdu gitt – partvís.  Strandingar løgdu mansverju á Filip. Hettar tóktist at órógva heimaliðið eins nógv og tá ungdómur ídag missir sambandið við interneti. Álopsspælið hjá VÍF steðgaði upp, og fekk StÍF tey næstu 5 málini til støðuna 19-16. Liðini skiftust síðan um at fáa mál, til støðuna 26-23 eftir 21 min. Í hesum tíðarskeiði hevði Julian hjá VÍF tó við hepnari hond steðga 2 skjótálopum hjá strandingum, sum annars kundu havt viðført ein enn minni málmun enn tey 3 málini. Seinastu 9 minuttirnir vórðu eitt stórt “beach-party”, har strandingar vendu støðuni frá at verða afturút 26-23 til at vinna dystin 29-31.
Trúgv vilji og hegni løgdu støði undir avrikið hjá strandingum. Harumframt vísti Sveinur stórspæl av slíkum slag, at bæði bonkur og verja hjá VÍF hugdu at, ístaðin fyri at gera neyðug innriv í eini roynd at steðga hansar one-man-showi.
Seinni hálvleikur varð ein stór ørkenvandring fyri heimaliði. Veit meg ikki hava sæð eitt lið av vaksnum monnum megna at verið so ofta dømt fyri passivt spæl. Har var snøgt sagt ongin leiðsla, hvørki á vølli, og enn minni á beinkinum. AT ein leikari (Sveinur) sleppur at skjóta 15 mál í einum dyst,i uttan at vera mansvardur, er flestu heimaáskoðarum ein gáta. Tóktist at verða tro kopi av dysti i Hoyvík seinata kappingarár, har vit, hóat greiða leiðslu, vórðu skotnir úr landskappingini av einum væluppilagdum Bogdan – uttan mansverju.
Okkara royndir at koma í steypafinalu mínnir ikki sørt um royndina hjá Múlamenn at fanga mánan á sinni. Mission Impossible, if you don’t go for, what is possible.
Tað er nú upp til strandingar at bjóða okkum við til semifinaluna,  við at vinna á Kyndil. Tað forútsetur tó, at vit megna næstbesta liðið hjá hoyvíkingum. Og skal tað eyðnast, skal annað skinn takast um bak.