VÍF-kvinnurnar skuldu til próvtøku móti StÍF á Skála. Hvør dystur, sum er eftir av kappingini, er ein finala, og tí stendur nógv á undan hvørjum dysti. Tað gevur í øllum førum góðar royndir, um genturnar, sum vit vóna, koma í finaluna. Hóast fimleikaframsýning í Vestmanna, so høvdu einir 70 vestmenningar leitað sær inn á gamla heimavøllin hjá VÍF, har høllin borðreiddi við góðum døgurða.
Tað gekk ikki eftir vild hjá gentunum í fyrra hálvleiki. StÍF var framman fyri megin partin av fyrstu 30 minuttunum. Skotini fóru fyri tað nógva á stongina ella beint uttan fyri og tá koma sjálvandi ov fáa mál á kontuna. Fleiri útvísingar gjørdu ikki støðuna betri. StÍF var á odda í hálvleikinum við trimum málum.
VÍF-kvinnurnar vóru heilt øðrvísi tendraðar í øðrum hálvleiki. Frá fyrsta bríksli fuku tær avstað og eftir lítlari løtu var javnleikur. Verjan, sum ikki var nóg góð í fyrra hálvleiki, riggaði nú til fulnar og skotini fóru tey flestu í meskarnar. Verjan var so tøtt, at StÍF-kvinnurnar fingu bara tvey mál fyrstu 22 minuttirnar í seinna hálvleiki. Munurin ta einu løtuna var 27-21 og tá avtornaði var støðan 29-24.
Á máltalvuni vóru Liljan Djurhuus við 11 málum og Adina Ghidoarce við 8 málum mest eyðsýndar, men í verju, máli og spæli annars stóðu allar royndina móti StÍF, nú endaspurturin av álvara er farin í gongd.
Góði Guli Dagurin var krýndur við tíðindum úr Vági um at VB hevði vunnið 19-18 á Kyndli. Fyri VÍF-kvinnurnar hevur tað stóran týdning, at harðasti kappingarneytin hjá VÍF um finalupláss, ikki fekk stig. Úrslitini hetta vikuskiftið lagaðu seg tí soleiðis, at hóast VÍF ikki vinnur á Neistanum komandi sunnudag, kunnu VÍF-kvinnurnar framvegis sjálvar avgera, um tær koma í finaluna. Men málið er sjálvandi at fáa eitt gott úrslit móti Neistanum í heimadystinum í Vestmanna. Tær kunnu, tað sóu vit í hálvfinaluni í steypakappingini og í øðrum dystum, sum VÍF hevur spælt móti Neistanum fyrr í kappingarárinum. VÍF-kvinnurnar skulu bara koma eitt sindur fyrr upp í umdreyningar, enn tær gjørdu í dystinum móti StÍF.
MENNINIR VÍSTU, AT TEIR HØVDU NAKAÐ AT SPÆLA FYRI, MEN….
Menninir løgdu út sum eitt óløgi í dystinum móti StÍF. Komu upp á 5-1 og hildu stiman og frástøðuna stórt sæð allan fyrra hálvleik, hóast StÍF í løtum royndi at eta seg nakað inn á VÍF-liðið. Ingi Olsen hevði undan dystinum sett leikarunum eitt krav: Tað skuldi síggjast, at teir høvdu nakað at spæla fyri!
Leikararnir vóru bæði klárir, tendraðir og spæliglaðir so at siga allan fyrra hálvleik. Verjan riggaði væl, flestu skotini sótu har tey skuldu og Tóki Seloy í málinum fekk eina rimmar byrjan við trimum góðum bjargingum. Niklas Simonsen er á námsferð, so Eli Müller var tilreiðar, men Tóki stóð so mikið væl, at Eli slapp ikki at royna seg. Hálvleiksstøðan var 13-8, og teir áleið 60 vestmennaáskoðararnir í høllini mundu halda, at VÍF hevði tamarhald á støðuni.
Kenslan av einum trivaligum sigri øktist beinan vegin seinni hálvleikur byrjaði. Tá 15 minuttir vóru farnir, hevði StÍF bara fingið 3 mál og VÍF 8. Nú vóru 10 mál á muni, 21-11 og dysturin var avgjørdur.
Men hondbóltur er ikki altíð so hugaligur fyri veikar áskoðarasálir. Í øllum førum ikki, tá spælararnir fáa ein niðurtúr ella ein vertigo, sum er hugtakið, ið verður brúkt, tá ein flogskipari ikki veit, hvat vendir upp og hvat vendir niður. Ingi Olsen, venjari, valdi at gera nakrar útskiftingar, sum gjørdi, at rútman í spælinum broyttist. Allir eru leikarar á einum góðum VÍF-liði og eiga at tola, at broytingar verða gjørdar, var áskoðanin hjá venjaranum. Ivaleyst ein góð sálarlig roynd, sum helst fer at vera roynd aftur í onkrum øðrum dysti, tá vónandi við betri úrsliti.
Soleiðis sum áskoðarin upplivdi hesa løtuna í dystinum, var talan um eitt rættiligt antiklimaks. Spælararnir fingu ein kollektivan niðurtúr og lítið kom á VÍF-talvuna, meðan StÍF við fleiri skjótálopum og góðum málum javnt og samt pilkaði burtur av málmuninum. VÍF fekk eisini fleiri býttar útvísingar. Eftir 10 minuttum minkaði 10-máls leiðslan niður í 4 mál, 23-19.
Men tá 5 minuttir vóru eftir, vistu menn aftur, hvat vendi upp og niður og kósin kom á beint. 5 mál fóru inn í 5 minuttir og talvan vísti 28 mál til VÍF. Tá munaði tað so lítið, at StÍF fekk tvey skot inn hesar seinastu 5 minuttirnar. Endaliga støðan gjørdist 28-21.
Enn er málið í eygsjón hjá báðum liðum. Mikudagin eru dystir í Havn millum Kyndil og StÍF, og sunnudagin kemur Neistin til Vestmannar við báðum liðunum. Tá fara vestmenningar aftur fjølmentir í høllina at rópa á sínar leikarar. Hjá kvinnunum hevur tað helst størstan týdning, at verjan allan dystin verður sum hon var í seinna hálvleiki móti StÍF og at ALLAR renna skjótt aftur at verja.
Hjá monnunum hevur tað einaferð enn størstan týdning, at teir ikki undirmeta Neistan sunnudagin. Undirmeta teir Neistan, er úrslitið ivasamt. Hinvegin, undirmeta teir ikki mótstøðuliðið, fáa vit ein góðan dyst. Eisini sunnudagin skal tað síggjast, at VÍF hevur nakað at spæla fyri.
Vælnøgdir VÍF-venjarar eftir báðar dystirnar móti StíF