Skal síggjast, at vit hava nakað at spæla fyri

-Tað skal síggjast á spælinum, at vit hava nakað at spæla fyri. Tað eru boðini, sum Ingi Olsen, venjari, hevur givið spælarunum undan dystinum sunnudagin móti StÍF á Skála.

Í seinastu dystunum bæði móti Kyndli og móti Team Klaksvík sást tað ikki nóg væl á spælinum, at menninir hjá VÍF veruliga hava nakað at spæla fyri. Gamaní hava menninir ráð at tapa onkran dyst, men gerst tað so tætt, at Kyndil og H71 rættiliga byrja at tevja blóð, kann tað gerast í so tepurt móti endanum.

-Eg havi sagt við leikararnar, at vit hava verið nakað óneyvir og líkasælir í fleiri av seinastu dystunum. Tað hevur ikki eydnast at fáa góða og flótandi spælið fram, men í dystinum móti strandingum havi eg lagt eina við, at tað veruliga skal síggjast, at vit fara eftir fyrsta plássinum. Tað er málið, men skulu vit náa málinum, er avgjørt neyðugt, at leikararnir vísa, hvør munurin er á liðunum, sigur Ingi Olsen.

VÍF tapti fyrsta dystin í kappingarárinum á Skála móti StÍF á Skála. Úrslitið var 21-20. VÍF var aftan fyri allan dystin hóast VÍF leikliga hevði munin á StÍF. Men nýggi málmaðurin hjá StÍF stóð sín besta dyst á árinum, kanska mest tí at VÍF leikararnir ikki góðu sær stundir at skjóta tey røttu støðini. Heimadystirnar vann VÍF báðar, tann fyrra 25-24 og tann seinna 30-22.

StÍF hevur bara æruna at spæla fyri, men stundum er tað nóg mikið fyri at fáa ein sigur. Á strandaliðnum er nærum bara ungir, evnagóðir spælarar, sum heilt vist fara at leggja alla orku í at bjarga ein part av vánaliga kappingarárinum við einum sigri á oddaliðnum.

Hetta kunnu VÍF-leikararnir byrgja upp fyri við at leika tað spælið, sum Ingi Olsen og hjálparvenjarin Heini Hanusarson, vilja hava liðið at spæla. Uppskriftin er sum sagt, at menninir frá fyrsta bríksli leika soleiðis, at tað sæst, at teir hava nakað at spæla fyri.

Tóki Seloy er við aftur sum málmaður og Mads Eriksen, sum fekk ein skaða í oyra í dystinum móti Kyndli, er eisini við aftur.

Tað ger einki, at vit í morgin hava í huganum, at høllin á Skála er gamal heimavøllur hjá VÍF og at VÍF hevur vunnið óteljandi sigrar í hesi høllini. Koma nóg nógvir vestmenningar við inn á Skála, fer tað at kennast upp aftur heimligari. Góða ferð og góðan dyst.

KVINNURNAR VILJA HAVA HEVND

Hjá kvinnunum er hvør dystur at sammeta við eina finalu. Tær kunnu avgera sjálvar, um tær koma í finaluna, men so er kravið, at tær vinna allar dystirnar, sum eftir eru. Eitt tap í onkrum av dystunum, sum eru eftir, merkir tó ikki, at øll vón er brostin, tí hini liðini í oddinum skulu eisini spæla hvør móti øðrum.

Henrik Gerster hevur sagt, at hóast nógv órógv hevur verið í kvinnukappingini, so eru VÍF-kvinnurnar gjørdar úr góðum tilfari og at tær tí ikki fara at lata seg ávirka og at tær tvørturímóti tykjast at vera meira uppsettar til komandi dystirnar.

34228_ccc_660_358

Fyrsta dystin í kappingarárinum taptu VÍF-kvinnurnar við fimm málum móti StÍF. Tað var helst ein uppiborin sigur til StÍF, men nú er tíðin komin at svara aftur. Síðani henda fyrsta dystin eru vestmannagenturnar sera nógv búnaðar. Tær vísa seg at duga væl at halda gjørdar avtalur og rumenska Adina Ghidoarce hevur við sínum skjótu sendingum og kvika spæli fingið meira ferð á álopsspælið. At Adina hevur stórt sjálvsálit og leypur á aðrastaðni, enn har sum garðurin er lægstur, fær hinar at gera tað sama. Heimadystirnar móti StÍF vann VÍF 31-21 og 29-21.

So við neyvleika, skjótleika og eitt sindur av skipaðum villskapi, har vinnaraviljin er á leið 100 prosent, vóna vit at fáa eitt gott úrslit. Áskoðararnir, sum kunnu keypa døgurða á Skála og fáa dessertina niðurum áðrenn dysturin byrjar, bera tykkum restina av vegnum á mál.

VÍF-StÍF