Áki besti leikari í september

Áki Egilsnes er valdur til besta leikara í Íslandi í september. In.fo bar tíðindini fyrr í kvøld. Hetta má sigast at vera ein stórur heiður og er eitt tekin um, at Áki er góðum formi, nú hondbóltslandsliðið til dystirnar móti Makedonia og Danmark verður kunngjørt í morgin.

Tað er íslendska sendingin, Seinni Bylgjan, ið stendur fyri at lata heiðurin. Sendingin hevði skotið fýra leikarar upp, og av teimum var føroyingurin so valdur við atkvøðugreiðslu á netinum.

VÍF ynskir Áka Egilsnes hjartaliga til lukku við heiðrinum !