Andrias vann á VÍF verjuni

Tvær tær javnastu finalurnar í langa tíð í manshondbólti vórðu leiktar á páskum millum VÍF og KÍF. Úrslitið kenna tey flestu, ein javnleikur og ein tepur sigur til KÍF, sum fekk gullið og steypið. Hjartaliga tillukku við sigrinum og gullinum, KÍF, og tillukku VÍF við silvurinum.

Fyrra dystin hava vit umrøtt sum ein tann mesta spennandi hondbóltsdystin í føroysku hondbóltssøguni. Ein hart og stundum væl leiktur dystur, sum hevði ikki sørt brá av altjóða nærdystum, har tað fyrst og fremst snúði seg um at fáa bóltin í netið og mál á talvuna.

Tað seinasta útjavnandi málið í tí fyrra dystinum átti at givið VÍF eina lítla sálarliga yvirvág til seinna dystin í Kollafirði leygardagin. Vit væntaðu tó aftur ein nøkulunda javnan og harðan dyst, men vónaðu , at liggja omaná tá av tornaði.

Tí vóru fleiri vónsvikin tíðliga í dystinum. Longu áðrenn helvtin av fyrra hálvleiki var leikt, hevði Andrias Nielsen høgt seks skot í VÍF-málið. Hóast støðan var 9-8 til VÍF, áttu onkrar ávaringarkokkur at ringt tá. Andrias Nielsen skýtur so hart sum ein hestur sparkar og er hann væl upplagdur fara 95 prosent av skotunum í málið, um hann ikki verður tikin, har hann skal takast. Andrias fekk alt ov nógv pláss og tað undraði mong eftir dystin, at hann ikki varð tikin líka hart og kontant, sum í fyrra dystinum, tá hann fekk fýra bóltar inn móti teimum 10 hann setti í meskarnar í seinna dystinum.

KÍF var eitt vet betri enn VÍF nærum allan dystin, bæði í verjuni og í álopinum. Fleiri panikkstøður vóru álopspartinum hjá VÍF enn hjá KÍF og at Jaspur Joensen í KÍF-málinum hevði munin á VÍF-málverjunum var somuleiðis við til at avgera dystin.

S8D8805_42706_5352b5d923

Myndir: Álvur Haraldsen

Flestu av VÍF-leikarunum gjørdu ivaleyst tað teir kundu at vinna gullið til Vestmannar. Tað eydnaðist bara ikki til fulnar hesuferð. Við sínum níggju málum, harav fimm vóru brotskøst, mundi Sámal Joensen eiga hægsta lutin. Hann átti eisini munin og helt høvdið kalt við sínum trimum málum seinastu sjey minuttirnar, tá vit høvdu kollfirðingarnar á knøunum, sum kortini í seinasta skotinum í dystinum ressaðust við og tóku gullið.

Tað ber kanska til at siga, at hetta besta liðið hjá VÍF hevur ein luksus-trupulleika. Í hópinum eru so nógvir evnaríkir spælarar, at næstan nóg mikið av fólki er til tvey lið í fremstu deildini. Allir venja hart, men kanska fáa allir ikki nóg nógva spælitíð til tess at fáa sálarligu dystarvenjingina upp á pláss.

Viðhvørt sakna vit eisini eina fasta stammu, sum er so væl samansjóða og har spælararnir kenna so væl hvønnannan, at alt meira ella minni hendir av sær sjálvum í einum flótandi hondbóltsgalla.

Tað var hart at tapa finaluna leygardagin. Har vóru nógvir vónsviknir vestmenningar. Liðini eru sera jøvn og KÍF vildi eitt hálvt prosent meira enn vit vinna dystin. VÍF fekk ikki tær 75-ára føðingardagsgávurnar, sum vit høvdu vónað og einki eitur eitt heiðurligt tap ella at tapa við manér. Tað kann í øllum førum ikki brúkast til nógv í hesum føri.

Gerandisdagur er aftur í Vestmanna. Men at okkara manslið í langa tíð ikki hevur verið so nær við at vinna eina finalu, sum hesuferð, ber boð um framstig, sjálvt tá vit tosa um hondbóltsbygdina Vestmanna. Einki er jú sjálvfylgja longur. Hondbóltur eru ítrótt, har so nógv kunnu bjóða seg fram og har hørð venjing og taktiskir og árvaknir venjarar ikki so sjáldan gera munin. At so nógvir av hálvvaksnu hondbóltsspælarunum í hinum deildunum hava klárað seg sera væl í ár eigur eisini at geva okkum eina trúgv upp á, at VÍF verður heilt frammi í oddinum komandi kappingarár.

Takk leikarar og venjarar fyri eitt áhugavert og spennandi kappingarár !

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 10, Janus Jakobsen, Magnus Müller 1, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Nicklas Selvig 3, Rógvi Weyhe 4, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvson og Ási Dam.

Útskiftingarbonkur: Eddie Joensen, Jóan Pauli Olsen, Zeljko Jotic og Ernst Johannesen.

VÍF: Eli Müller, Sámal Joensen 9, Julian Olsen 1, Joen Pauli Høgnesen 3, Agnar Joensen 1, Áki Egilsnes 2, Andrias Eriksen 1, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic, Mads Eriksen 3, Teis Rasmussen, Hanus Christophersen, Filip Jojic 4, Sjúrður Nielsen 1, Bjarni Durhuus og Sámal Jákup Djurhuus 1.

Útskiftingarbonkur: Hendrik Gerset, Dejan Lacok, Jákup Durhuus og Jóngerð Nielsen

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.