Finala Kvinnur: Kyndil – VÍF 14-12

Páskahøgtíðin er av, hondbóltskappingin 2013-14 er av, og várið við m.a. lembing, umframt summar við stevnum, summarferium innan- og uttanlands, umframt tónleikafestivalum stendur fyri durum.

Skírisdagur hevði givið Kyndlakvinnunum 1. styk í hólmgonguni um meistaraheitið hjá kvinnum. Vestmannakvinnur skuldu sostatt  suður til Havnar í eini roynd at steðga Kyndli í at fáa meistaraheitið í hús her páskaaftan.

Høllin var full av larmandi áskoðarum frá báðum leirum. Eini 200-250 úr norðstreymi høvdu lagt frá landi, nú fyrst Havnin og síðan Kollafjørður skuldu hertakast.

Á vølli stóðu nú 2 lið; Kyndil mannað við egnum fólki + 2 leikarar eystan úr Europa. VÍF manna við egnum fólki + einum leikara úr Klaksvík. Dómarnir mannaðir við einum dómara við rótum í Hoyvík , einum fyrrverandi stórleikara- og venjara hjá Kyndil, umframt einum 3. dómara við eini fortíð sum stórleikari hjá KÍF.

S8D8281_42522_53528d3f8a

Liðini startaðu eitt sindur trilvandi, og skjótt sást, at verjuparturin fór at fáa ein avgerandi leiklut. Tað sóust sannar mannfólkataklingar, har ikki varð spart við dyrnar. Veit meg ikki hava sæð ein so málfátækan fyrra hálvleik á hondbóltsvølli áður. Kyndil hevur havt sítt verjuspæl sum vørumerki ígjøgnum alt kappingarárið, og hesin dystur gjørdist onki undantak í so máta. Verjan hjá VÍF gav ikki Kyndli nakað eftir á hesi konto.

Munurin á liðnum vísti seg tó at verða, at álopsspælið hjá VÍF var eina tonn lakari enn hjá Kyndli. Skotini vóru til tíðir ikki stórt harðari enn hjá gentur 14. Hjá Kyndli hevði Simona stórar trupuleikar av eini stórspælandi Duritu Christophersen í verjuni, og ávirkaði hettar ikki sørt aggressiónsstøði hjá Simonu. Hettar viðførdi ikki færri enn 3 skot í andlitið á mótleikarum, umframt ein alboga-sleng móti Duritu eftir at dómarin hevði steðg fyri 3-metur kast.

Kyndil fór undan, við VÍF hangandi aftaná. Framhaldandi tóktist álopsspælið hjá VÍF skakandi stirvi. Tað skuldu ganga einir 40-45 minuttir, áðrenn okkara kvinnur loystu tær mentalu álopsleinkjurnar, og fóru at bíta frá sær. Spenningsstøðið í gula leirinum hækkaði markant, og 3 min. fyri leiklok stóð á jøvnum.

Men so kom avgerandi løtan. Kyndil er í álopi, bóltur verður leiktur út á vinstra vong, sum fær eina kontanta takling sum – rættvíst dømt – útloysti eina 2 min. útvísing til Duritu C. Okkara máttu sostatt verða burturúr besta verjuleikara í kappingini fyri uttan í sjálvum endaspurtinum, og hettar gagnnýtti Kyndil til fulnar við 3 málum uppá stutta tíð.

Sostatt vann Kyndil dystin, og kundu løtu seinni taka ímóti steypinum, sum prógv uppá at tær høvdu vunnið meistaraheitið í hús, meðan okkara máttu taka til takkar við einum silvurmerki.

Blá/guli áskoðaraherurin ressaðist úr sæti, og løgdu – saman við “the drummer boys” leiðina ígjøgnum Kalbaksbotn og tóku 1. avkoyring í rundkoyringini í Kollafjarðardali. The battle of Norðstreym stóð á dagsskrá í snotuligu høllini hjá kollfirðingum. Tað gingu leysasøgur um, at andvekur hevði gingið sum meslingar um allan Kollafjørð í vikuni upp til hendan dyst.

Kappingarárið er av, Kyndil hevur vunnið bæði steypa- og landskapping, og fari eg at nýta høvið til at ynskja teimum hjartaliga tillukku við the double – ikki óuppiborið – hóast hjartað helst sá meistaraheitið enda í Vestmanna.

Til okkara kvinnur fari eg at senda eina hjartans tøkk fyri eitt sera spennandi kappingarár. Takk fyri løturnar, takk fyri tykkara stríðsvilja, vóni at síggja tykkum allar aftur til komandi kappingarár. Marginalar í steypa- og landskapping vóru ikki á tykkara síðu í avgerandi løtum. Tað eru slíkar løtur sum gera hesa ítrótt bæði hugtakandi og “ørandi” J

Fari tí at enda við gomlu “kvøldbønini” hjá vestmenningum – verður tað ikki í ár, so verður tað í næsta ár J